- Hetta er betur enn vit høvdu droymt um, vit fóru út við hesum hósdagin, og hava longu fingið 350 tilmeldingar.
Tað sigur Poula Michelsen, sum er ítróttarfyriskipari til Oyggjaleikirnar.
Fyriskipararnir høvdu roknað við, at fólk fóru at halda seg aftur vit at melda seg til so langt frammanundan at Oyggjaleikirnar verða, men tað vísti seg ikki at bila.
Mett verður at tørvur er á 1200-1500 sjálvbodnum, og uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Tørvur er eitt nú á fólki at standa vakt, servera, at hjálpa til við leikvøllirnar, at leiðbeina og at vera maskottur.
Poula Michelsen heldur, at føroyingar sum heild, tíma og duga væl at gera sjálvboðið arbeiði, og tað hevur verið áhugi fyri øllum uppgávunum. Fleiri hava skrivað seg upp til fleiri uppgávur, og tað ger tað smidligari at leggja sjálvbodna arbeiði til rættis.
- Eitt sum er óvæntað er at maskotturin hevur fingið nógvar tilmeldingar, og tað er stuttligt. Tað er eisini væl umtókt at verða vaktur, kunningarfólk, og annað, tað er javnt býtt.
Poula Michelsen roknar við at stóri áhugin kemst av, at Oyggjaleikirnar eru ein stór hending í Føroyum.
- Oyggjaleikirnar hava ikki verið í Føroyum síðani 1989, allar Føroyar verða upptiknar av ítrótti. Hesar dagar hevur tað týdning at vera í landinum.
Tey sjálvbodnu fáa eina serliga uppliving, gott samanhald, klæðir og eina veitslu. Harafturat kunnu tey skriva sjálvbodna arbeiði at sítt CV, og tað hevur serliga týdning fyri tey ungu.
Tørvur er enn á fleiri sjálvbodnum, tey sum hava hug at vera við í arbeiðinum, kunnu skriva seg upp á heimasíðuni hjá Oyggjaleikunum, faroeislands2027.fo
Oyggjaleikirnar vera í Føroyum 3-9 juli 2027.











