Øðrvísi koyring í Vestmanna á bátastevnuni

- Tað merkist í øktari ferðslu, at árliga Bátastevnan er skotin í gongd, og tað er serliga fríggjakvøld og leygardag, at nógv ferðsla er í Vestmanna

Ársins størsta bátastevna er í Vestmanna hesa vikuna, og serliga er tað leygardagurin, tá bátasigllingin er, at hin stóri dagurin verður í Vestmanna.

 

Í samband við stevnuna, verður Niðari Vegur í bygdini einsrættaður - frá Fossáverkinum og til Heygagøtu, og hetta verður galdandi í kvøld 15. mai klokkan 20 til og við leygarkvøldið á midnátt. 

 

- Tað merkist í øktari ferðslu, at árliga Bátastevnan er skotin í gongd, og tað er serliga fríggjakvøld og leygardag, at nógv ferðsla er í Vestmanna.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag. 

 

- Fyri at alt skal koyra smidligt og ómakaleyst, verður einvegis ferðsla eftir Niðara Vegi, soleiðis at tað bara er koyrandi eftir hesum vegi inn í bygdina og ikki út úr bygdini.

 

Í kommununi vísa tey á Ovara Veg, tá koyrast skal inn á Fjørð og annars út úr bygdini.

 

- Vit heita á bygdarfólk og gestir um at vísa varsemi, so trygdin verður í lagi, og ferðslan koyrir væl, verður sagt.

 

Í Vestmanna kommunu ynskja tey øllum eina góða bátastevnu.