Svenska løgreglan heldur seg hava fingið vissu fyri, at tað vóru menn úr Balkan-londunum, sum burturfluttu handilsmannin Fabian Bengtsson í Gøteborg tann 17. januar. Hann varð funnin aftur fjúrtan dagar seinni.
Svensk bløð skriva frá løgreglukeldum, at nakrir av monnunum, sum løgreglan hevur illgruna til, eru norskir ríkisborgarar og búgva í Noregi. Menninir eru limir í einum bólki, sum fæst við rúsevnahandil, og sum eftir øllum at døma stendur á odda fyri einum stórum parti av rúsevnasøluni í vestara parti av Svøríki og í Oslo, skrivar Aftenposten.
Eftir boðum frá svensku løgregluni tók løgreglan í Eysturríki fýra menn, sum vórðu settir í samband við burturflytingina, og ein teirra situr framvegis í varðhaldi í Wien. Svensku myndugleikarnir hava biðið um at fáa hann útflýggjaðan. Tað er komið fram, at maðurin, sum er 27 ára gamal, var ikki í Svøríki, tá Fabian Bengtsson varð burturfluttur, men svenska løgreglan heldur, at tað var hann, sum legði burturflytingina til rættis.