Tær átta kvinnurnar, sum fingu handað diplom í professionellari make-up, hava tikið útbúgvingina sum kvøldskúla seinastu tríggjar mánaðirnar, har tær hava gingið í skúla í trý til fýra kvøld um vikuna.
Tað er Laila Hansen, kosmetologur, ið er gift við Hans Fróða Hansen, stylinsti, sum hevur skipað fyri skeiðinum, ið er fyrsta av slíkum slagi í Føroyum.
Í sambandi við, at kvinnurnar nú kunnu rópa seg make-up artistar fáa tær hvør sítt kuffert við øllum greiðum í, sum ein professionellur make-up artistur hevur brúk fyri.
- Útbúgvingin hevur kostað teimum 25.000 krónur og nú kunnu tær bjóða seg fram til at smyrja fólki til eitt og hvørt høvi. Til dømis til brúdleyp, kvøld og dag, film, myndatøkur, sjónleik, fantasy og annars alla staðni, har tað er eitt krav, at smyrslið er perfekt og heldur sær, sigur Laila Hansen, sum hevur staðið fyri undirvísingini saman við Elisabeth Johannesen. Og Laila leggur afturaf, at hon helst fer at bjóða eitt tílíkt skeið úr aftur einaferð fyrst í komandi ári.
- Vit eru ómetaliga væl nøgdar við úrslitið og gleða okkum til at bjóða okkum fram ymsa staðni, siga glaðu næmingarnir, sum nú fara í býin at hátíðarhalda nýggja tittulin.