Føroyska U17-landsliðið hjá kvinnum er júst afturkomið eftir flogbóltskappingina NEVZA Chamionship í Kettering, Onglandi. Har gekk tað teimum somikið væl, at tær vunnu bronsu. Á vegnum vunnu tær ímóti bæði Noregi og Íslandi, áðrenn tær í hálvfinaluni taptu 0-3 ímóti Finnlandi og í bronsudystinum 1-3 ímóti Danmark.
- Hetta hevur verið ordiliga stuttligt, tí U17-kvinurnar hava lært eina rúgvu. Okkara spælarar eru ikki vanir við at spæla so nógvar og so harðar dystir eftir bara trimum døgum, so orkan hevði hug at ganga undan ímóti endanum, sigur Marjun Kalsø, sum myndar venjaraparið saman við Berit Norðoy Vilhelmsen.
- At tað gekst so væl, hongur nokk eisini saman við, at vit hava fleiri rættiliga royndar spælarar við, tí fýra av teimum hava spælt á U19-landsliðnum og nakrar vóru hesaferð við til sína triðju NEVZA-kapping tilsamans. Eisini ger seg galdandi, at allar spæla dagliga í bestu deildini í Føroyum, so tær eru í góðari venjing og eru vanar við eitt sindur av hvørjum, sigur Marjun Kalsø.
Øll samrøðan, úrslit o.a. er at lesa í Sosialinum í dag.