Avgerðin frá Biden kemur í kjalarvørrinum av, at heilsa hansara og aldur leingi hava verið umrødd í USA.
Kjakið øktist serliga eftir at Joe Biden var í einum sjónvarpskjaki í sambandi við valstríðið.
Her var hann ikki sannførandi og í eygunum hjá fleiri var hann veikur í sjónvarpskjakinum við Donald Trump, sum stillar upp sum forsetavalevni fyri repblikanararnar.