Hava møtt øllum fimm liðunum áður

Føroyar hava í søguni spælt samanlagt 19 dystir ímóti komandi mótstøðuliðunum í EM-undankappingini

Føroyar hava í søguni spælt samanlagt 19 dystir ímóti Spania, Svøríki, Noregi, Rumenia og Malta, ið eru mótstøðulið okkara í bólki F í EM-undankappingini.

 

Í undankappingum hava vit í søguni roynt at verið í bólki við Spania, Svøríki, Rumenia og Malta áður, umframt at hava verið í bólki saman við Malta í Nations League kappingini. Tað er bert Noreg vit ikki hava verið í bólki saman við áður.

 

Dystirnir vit hava leikt ímóti komandi mótstøðuliðum okkara í søguni eru hesir. HM er stytting fyri HM-undankapping, EM er stytting fyri EM-undankapping, NL er stytting fyri Nations League, og V er stytting fyri venjingardystur:

 

30. apríl 1997: Malta-Føroyar 1-2 (HM)

8. juni 1997: Føroyar-Malta 2-1 (HM)

18. august 2004: Føroyar-Malta 3-2 (V)

19. november 2013: Malta-Føroyar 3-2 (V)

7. september 2018: Føroyar-Malta 3-1 (NL)

20. november 2018: Malta-Føroyar 1-1 (NL)

------ 

6. maj 1992: Rumenia-Føroyar 7-0 (HM)

8. september 1993: Føroyar-Rumenia 0-4 (HM)

10. september 2008: Føroyar-Rumenia 0-1 (HM)

14. oktober 2009: Rumenia-Føroyar 3-1 (HM)

29. mars 2015: Rumenia-Føroyar 1-0 (EM)

11. oktober 2015: Føroyar-Rumenia 0-3 (EM)

------

13. maj 1992: Noreg-Føroyar 2-0 (V)

11. august 1993: Føroyar-Noreg 0-7 (V)

------

31. januar 2001: Svøríki-Føroyar 0-0 (Norðurlendsk kapping)

12. oktober 2012: Føroyar-Svøríki 1-2 (HM)

11. juni 2013: Svøríki-Føroyar 2-0 (HM)

------

4. september 1996: Føroyar-Spania 2-6 (HM)

11. oktober 1997: Spania-Føroyar 3-1 (HM)