Hava mált 33,5 hitastig í London í dag

Hetta er nýtt bretskt met fyri mai. Gomlu metini eru frá 1922 og 1944

Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at tað er rættiliga nógvur hiti í London í dag.

 

Men, tað er ikki bara í London, at hitin skuldi gera um seg nú um hvítusunnuna.

 

Fleiri aðrastaðni í Evropa, eitt nú í Spania, Fraklandi og Týsklandi, hevur eisini verið sagt frá nógvum hita.

 

Útlendskir tíðindamiðlar vita í dag at siga, at 33,5 hitastig eru máld í London í dag, og hetta er nýtt bretskt met fyri mai.

 

Gamla metið fyri hita í London í mai var 32,8 stig, sum fyrstu ferð varð skrásett í 1922 - og síðan aftur í 1944.

 

Lesið eisini: Evropa kókar

 

https://www.in.fo/news-detail/evropa-kokar