Hava starvast á Landssjúkrahúsinum eina hálva øld

Ebba og Maud hava starvast á Landssjúkrahúsinum í ávikavist beint yvir og beint undir eina hálva øld

Í sambandi við, at Ebba Andreassen og Maud av Fløtum, sjúkrarøktarfrøðingar, eru farnar frá fyri aldur, var hátíðarløta á medisinska ambulatoriinum G3 fríggjadagin í farnu viku. 

 

Ebba og Maud hava starvast á Landssjúkrahúsinum í ávikavist beint yvir og beint undir eina hálva øld.

 

- Saman hava tær staðið fyri Kliniskt fysiologiska/ Nuklearmedisinska ambulatoriinum á G3 - Ebba síðan 2008 og Maud síðan 2004 í samstarvi við yvirlæknar, bioanalytikarar og deildarleiðslu.

 

Soleiðis verður greitt frá á Facebook-vanganum hjá Landssjúkrahúsinum.

 

Á hátíðarløtuni, sum var fyri Ebbu og Maud, fingu leiðsla, starvsfelagar og familja høvið at heiðra og takka teimum báðum fyri stóra íkastið, tær hava givið sjúkrarøktaryrkinum og Landssjúkrahúsinum øll hesi árini.

 

Meira um hátíðarløtuna fyri sjúkrarøktarfrøðingunum, Ebbu Andreassen og Maud av Fløtum, sum nú eru farnar frá fyri aldur, kann lesast á Facebook-vanganum hjá Landssjúkrahúsinum, har teimum verður ynskt blíðan byr frameftir á lívsleiðini.

 

##med2##

 

 

 

Tær hava starvast á Landssjúkrahúsinum í ávikavist beint yvir og beint undir eina hálva øld