Jacob Vestergaard, sum hevur umboðað Fólkaflokkin í fylgibókinum í sambandi við Suðuroyartunnlin fegnaðist um, at tað loksins er komið á mál við eini breiðari semju millum allar flokkar á tingi um Suðuroyartunnlin.
– Eg fegnist um, at vit nú eru komin her til, at vit taka fyrsta stigið. Eg vil nýta høvi at takka løgmanni fyri, at vit í semju eru komin her til. At vit kunnu fara undir fyrsta partin av Suðuroyartunlinum, segði hann.
– Hetta er alt avgerandi fyri Suðuroynna, sum verður ein virkin partur av Føroyum við føstum sambandi, segði Jacob Vestergaard.
Hann segði, at um hetta ikki varð gjørt, so kundu vit tað sama avskriva Suðuroy.
– Eg eri sera fegin um, at vit í breiðari semju taka Suðuroynna við, at vit taka allar Føroyar við. Tað hevur ongantíð verið soleiðis, at tá vit útbyggja samfelagið út, at tað ikki hevur verið gott fyri landið. Túsund takk fyri væla arbeiði, segði Jacob Vestergaard.