- Hestur lá eftir, tá Sandoyartunnilin varð bygdur, og skal Skúvoy nú hektast av, tá ein Suðuroyartunnil skal byggjast, verður hetta ein vanlagna aftrat, sigur Tummas Frank Joensen.

Skúvoy fer at doyggja út

- Fast samband ella ei merkir lív ella deyð fyri oynna, og nú Skúvoy eftir øllum at døma ikki longur er við í verkætlanini um ein Suðuroyartunnil, trúgvi eg ikki, at bygdini verður lív lagað, sigur 75 ára gamli, Tummas Frank Joensen

- Hestur lá eftir, tá Sandoyartunnilin varð bygdur, og skal Skúvoy nú hektast av, tá ein Suðuroyartunnil skal byggjast, verður hetta ein vanlagna aftrat, sigur Tummas Frank Joensen.

Í morgun er semjuskjal um Suðuroyartunnil undirskrivað av øllum flokkum í Tinganesi, samstundis sum uppskot til løgtingslóg um ein Suðuroyartunnil er sent út til hoyringar.

 

Ummælisfreistin er á middegi hin 6. desember 2024.

 

Uppskotið gevur P/F Suðuroyartunlinum heimild til at fyrireika, projekera og bjóða út verkætlanina um ein Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.

 

Í uppskotinum verður einki sagt um, at ein Suðuroyartunnil skal koma upp í Skúvoy, sum annars hevur verið upp á tal.

 

Sagt hevur annars verið, at ein uppkoyring til Skúvoyar fer at kosta umleið 200 milliónir krónur, sum er minni enn eitt nú tunnilin til Fámjins kostar at byggja.

 

- Eg eri ikki ovfarin, og hetta er tað, eg havi stúrt fyri. Hetta kennist ikki væl, og eftir mínum tykki er ein uppkoyring í Skúvoynna ein spurningur um lív ella deyð fyri oynna.

 

Tað sigur 75 ára gamli, Tummas Frank Joensen.

 

Hann vísir á, at yngsti borgari í Skúvoyar kommunu í dag er 39 ár, og hetta er yngsti sonur hansara.

 

- Vit eiga trý børn og trý abba-og ommubørn, men einki av abbabørnunum býr í Skúvoy, sigur hann.

 

Tummas Frank Joensen er vónsvikin av politikarunum, og hann heldur, at nú teir eftir øllum at døma hava valt at loysa Skúvoynna úr verkætlanini við Suðuroyartunlinum, eru teir kargir.

 

- Í dag eru vit eini 14-15 fastbúgvandi fólk í Skúvoy. Sildberin er góður sum bátur millum Sand og Skúvoy, men hann er ikki egnaður til farmaflutning.

 

Hin 75 ára gamli heldur fyri, at verður Skúvoy umlopin fyri 200 milliónir krónur, sum ein uppkoyring sambært tunnilsfelagnum hevði kostað, verður hetta ein vanlukka - ikki bara fyri Skúvoynna, men fyri allar Føroyar.

 

Hestur lá eftir, tá Sandoyartunnilin varð bygdur.

 

- Skal Skúvoy nú eisini hektast av, tá ein Suðuroyartunnil skal byggjast, verður hetta ein vanlagna aftrat fyri alt Føroya land, sigur Tummas Frank Joensen.

 

 

 

 

 

 

 

- Hestur lá eftir, tá Sandoyartunnilin varð bygdur, og skal Skúvoy nú hektast av, tá ein Suðuroyartunnil skal byggjast, verður hetta ein vanlagna aftrat, sigur Tummas Frank Joensen.