Hava svarað 82 umbønum í desember

Seinastu vikurnar tey sjálvbodnu í Mat- og klædnahjálpini hjá Reyða krossi havt sera nógv um at vera. Hóast hjálpin er virkin alt árið, so økist tørvurin munandi, tá ið jólini nærkast

Reyði krossur skrivar, at bara í desember hava tey svarað 82 umbønum um hjálp.

 

Umframt mat hevur hjálpin eisini veitt klæðir til 73 børn. Reyði krossur hevur eisini latið gávukort til FK handlarnar fyri góðar 300.000 krónur í sambandi við átakið Í Menniskjum Góður Tokki hjá Barnabata. Gávukortini fara til fíggjarliga sperdar barnafamiljur.

 

Reyði krossur takkar øllum, ið stuðla arbeiðinum við peningi, gávum og sjálvbodnum arbeiði

 

Mat- og klædnahjálpin letur upp aftur fyri umbønum 8. januar 2026