Hvar verða jólini hildin í ár?
- Síðan kona mín, Annika og eg, keyptu húsini í Stóragerði, hava vit fyri tað mesta hildið okkara jól her saman við okkara børnum og okkara nærmastu.
Virgar Enghamar sigur, at soleiðis verður tað eisini í ár.
- Á jólum koma vermóðir, verfaðir og svigerindan eisini, og hetta er altíð sera hugnaligt.
Hvat verður etið um jólini?
- Jólaaftan eta vit dunnulør við tilhoyri frá Hotel Brandan. Av tí, at eg komi at arbeiða nakrar tímar jólaaftan saman við okkara sølufólki, Marjuni, hava vit fingið Jaspur at gera okkum jólamatin kláran, soleiðis at hann bara skal setast í ovnin.
Virgar ivast ikki í, at hann – hóast nakrar tímar til arbeiðis jólaaftan – bæði fer at koma niður í gear og í góðan jólastemning.
Hevur tú eitt jólagávuynski?
- Nei, ikki sum so. Tó so er mítt størsta ynski, at familjan er saman í einum róligum og hugnaligum tempo, men eg elski at fáa sokkar og undirbuksur í jólagávu, viðgongur Virgar.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning fyri meg, tí um jólini kann eg verða meira heima hjá konu og børnum.
Hann vísir á, at um jólini fer “hamstrarahjólið” eisini niður í ferð, og telefonin ringir ikki eins nógv, og hon ger aðrar dagar á árinum.
- Jólini eru eisini ein tíð, har vit minnast aftur á góðar og minni góðar løtur, men altíð við einum smíli og lærdómi, leggur Virgar Enghamar aftrat.










