Hava tendrað hitan undir Tórsvølli

Løgmansfinalan: Tað verður kavi í morgin, men tað er ikki vandi fyri avlýsing vegna frost á vøllinum

Í morgin klokkan 16 verður steypafinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum Víking og HB. Finalan verður á Tórsvølli.

Fótbóltssambandið hevur á fyrsta sinni valt at tendrað hitan undir vøllinum undir tjóðarleikvøllinum. Veðurforsøgnin boðar frá møguligum kava í morgin, men tað kemur ikki at ávirka dystin.

Hetta er fyrstu ferð, at hitarørini undir vøllinum verða tendrað. Tað er ikki uttan kostnað. Sum skilst kann rokningin fyri at hita vøllin á Tórsvølli koma upp á hálvt hundrað túsund krónur. Tí er hetta bara nakað, sum verður gjørt til teir stóru dystirnar.

Millum annað bleiv U21-landsdysturin móti Norðurmakedónia í novembur í fjør avlýstur, tí tað var frost á vøllinum. Tá var hitaskipanin ikki klár, men tað hevði verið ein stór sparing at tendrað hitan, í mun til at flyta dystin til árið eftir.

Sostatt verður steypafinalan í morgin klokkan 16, um tað er kavi ella ei. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.