Hava umbygt verksmiðjuna

Flakatrolarin Vesturvón hevur seinastu tíðina ligið í Saltangará, har verksmiðjan er umbygd, soleiðis at høgligari verður at arbeiða kongafisk

Fiskivinna

Tað er FJM í Runavík, ið hevur staðið fyri arbeiðnum, sum gjørt er á verksmiðjuni umborð á flakatrolaranum Vesturvón. Sum undirveitarar hevur felagið eitt nú havt El-Service á Skála og KJ-Hydraulik á Kambsdali.
Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at talan er ikki um so ógvuliga stórar broytingar, men so mikið, at tað nú verður lættari at arbeiða kongafisk á verksmiðjuni, tá ið farið verður í Irmingarhavið.
- Vit høvdu ætlað, at skipið loysti aftur umleið 20. januar, men enn er ikki vist, at tað verður so.
Reiðarin sigur, at komandi túr verður farið í Barentshavið, helst í norskan sjógvi, og tá ið februar mánaði nærkast, verður hetta vanliga mett sum góð fiskitíð har eysturi.
Vesturvón hevur ligið í Saltangará síðan 27.
november, tá ið skipið kom aftur úr Barentshavinum.Anfinn Olsen sigur, at tá ið skipið fer avstað aftur, verða stívliga 30 mans umborð.
Tað er P/F Vesturvón, sum eigur flakatrolaran, og Framherji eigur 100% av partafelagnum Vesturvón.