Hava verið forsømd í nógv ár

Nú skal Rigmor Dam greiða frá, hvussu samgongan ætlar at bøta um viðurskiftini

Hvussu ætlar samgongan at bøta um viðurskiftini hjá lesandi og lærlingum?

 

Tað skal Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, nú greiða Løgtinginum frá beint eftir nýggjár.

 

Tað er Kristina Heðinsdóttir Clementsen løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum vil hava hana at greiða frá um nakrar ítøkiligar ætlanir eru um at bøta um støðuna hjá lesandi og lærlingum.

 

Hon hevði sæti á Løgtingi beint fyri jól, sum varakvinna fyri Annitu á Fríðriksmørk, og tað høvið hevur hon brúkt til at reisa spurningin um viðurskiftini hjá lesandi og lærligum.

 

Í hesum sambandi vil hon hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, um samgongan ætlar at hækka studningin hjá fólki undir hægri lesnaði, og, hvussu hon ætlar at tryggja, at lestrar- og lærlingaíbúðir verða bygdar hesi næstu árini.

 

Kristina Heðinsdóttir Clementsen staðfestir, at tað er neyðugt, at samgongan setir munagóð tiltøk í verk fyri at bøta um korini hjá ungum fólki, sum vilja virka í Føroyum.

 

- Vit gerast fleiri eldri, umframt at nógv ung fara av landinum at lesa, virka og búseta seg og fleiri av teimum koma ikki heimaftur.

 

Tí heldur hon, at tað skal gerast meira lokkandi at lesa og virka í Føroyum.

 

- Lesandi og lærlingar hava í nógv ár verið forsømd, og tí hevur tað stóran týdning, at samgongan ger alt fyri at bøta um korini hjá hesum bólkum, sigur Kristina Heðinsdóttir Clementsen.