Leikaraprát
Týski landsliðsvenjarin fór beint eftir dystarlok yvir til føroyska málverjan og ynskti honum tillukku við einum framúrskarandi avrikið. Á tíðindafundinum eftir dystin helt Völler eisini fyri, at føroyski málverjin hevði staðið sín lívs dyst, og royndi á hendan hátt kanska at skumpa nakað av skuldini frá sær.
Jákup er sáttmálaleysur 1. juli. Sosialurin vildi á tíðindafundinum eftir dystin hava Völler at siga, um hann metti Jákup vera nóg góðan at spæla í bundesliguni.
- Eg ynskit føroyska málverjanum tillukku við framúr avrikinum, og um hann megnar at varveita støðið, sum hann vísti í kvøld, so er hann førur fyri at spæla í bundesliguni og alla aðra staðni kring heimin, segði Völler, sum ikki á sama hátt tóktist hava givið sær far um avrikið Jákupi í Hannover, sum hann gjørdi hesaferð.
Sjálvur vildi Jákup tó ikki treytaleyst taka við hesum rósunum.
- Noy. Eg havi nokk staðið nakrar dystir betri enn hatta, vóru fyrstu orðini, tá vit løgdu páhaldið hjá Völler fyri honum.
- Serliga í fyrra hálvleiki gekk illa, og eg geri jú tvey risa mistøk, sum kundu kostað, so eg hevði tað eitt sindur løgið í hálvleikinum. Sjálvur helt eg í øllum førum, at eg hevði staðið ein vánaligan dyst, men tað stóð framvegis 0-0 móti Týsklandi. Men tað sigur so eisini nakað um, hvussu væl verjan stóð, helt hann.
- Í steðginum fekk eg tó arbeitt meg sálarliga upp, og í seinna hálvleiki gekk væl. Eg fekk eisini nakrar bjargingar, men tað kennist eitt sindur nyttuleyst, nú tað kortini bleiv av ongum, segði Jákup Mikkelsen, sum nú er á veg yvir til Molde at pakka. Tað er framvegis ikki greitt, hvar hann skal spæla eftir 1. juli. Men kanska Völler mikukvøldið gav honum herðaklappið, sum letur dyr upp, sum áður hava verið læstar.