Hjá teimum flestu, sum komandi dagarnar eru stødd í Havn, er ólavsøkan ein høgtíð. Arbeiði og tað, sum har hoyrir til, er aftarliga í tonkunum, og fólk nýta heldur tíðina til at hugna sær saman við familju og kenningum.
Eingin fríløta
Ymiskt er, hvussu hesar frí- og hugnaløtur verða nýttar. Felags fyri tey flestu er tó, at ein stórur partur av degnum verður nýttir uttandura, har tey vála oman og niðan eftir havnargøtum. Seinastu gestirnir á gøtuni eru heldur ikki farnir heim, fyrr enn sólin er komin væl og virðiliga undan kavi, men tá er reingerðin hjá høvuðsstaðnum langt síðani farin til verka.
Á vegadeildini hjá kommununi er nevnliga einki, sum eitur at hava frí á ólavsøku. Tvørtur ímóti er hetta tíðin, har mest er at gera hjá teimum.
Tey, sum fara ein gongutúr tíðliga ólavsøkumorgun, vilja eisini síggja ein reinan høvuðsstað, og tað gera tey eisini. Hóast hann um náttina hevur verið alt annað enn reinur.
Við fullari ferð
Tað er nevnliga ein øgilig rúgva av ruski og óruddi, sum sløðist á gøtunum, tá ólavsøkugestirnir hava hildið sær á gleim. Ja, somikið nógv, at neyðugt er við eyka manning hesar dagarnar. Eyka manningin er samansett av seks skúlanæmingum, sum á hendan hátt kunnu vinna sær nøkur eyka oyru í summarfrítíðini. Jørmund Olsen, sum er arbeiðsformaður hjá vegadeildini, sigur, at tað stendur ikki á at fáa fatur á hesum. Eisini leggur hann dent á, at hóast talan er um ungt fólk, sum eisini vil sleppa í býin á ólavsøkuni, so er uppmøting teirra stak góð, hóast onkur kanska er eitt sindur moyrur seinasta dagin.
Jørmund greiðir frá, at teir í alt eru einir 17 mans til arbeiðis hesar dagarnar, umframt at fýra feiðibilar og tveir smáir lastbilar eisini verða nýttir í arbeiðinum.
Byrjað verður longu um fimm tíðina, og so verður ikki helmað í, fyrr enn allur býurin skínur. Arbeiðið er skipað soleiðis, at bilarnir byrjað í hvør sínum enda av býnum, og so verðru koyrt oman móti Miðbýnum, har allir hittast. Framman fyri bilarnar ganga menninir so og feiða út av gongubreytini, og skjótt gongur. Longu um 10-11 tíðina er býurin aftur til reiðar at taka ímóti ólavsøkugestum.
Fløskurok
Einki er at taka seg aftur í, at hjá nógvum verður ólavsøkan nýtt til at fáa sær eina rívuliga kenning og kanska meira afturat.
Onkrum skal kenningin eisini koma frá, og at nógvar fløskur sløðast í býnum, er eisini ein avleiðing av hesum.
Jørmund sigur, at teir plaga at savna fløskurnar saman, og eftir ólavsøkuna verða hesar so seldar. Pengarnir,s um teir fáa fyri hetta, verður so nýttir til eina útferð fyrsta vikuskiftið eftir ólavsøkuna, so eisini reingerðin kann halda sína ólavsøku.
Onkuntíð hava teir verið í Vestmanna. Suðuroyggin er eisini vitja, meðan pengarnir okkurt árið eru nýttir til ein góðan bita á onkrari matstovu. Alt hetta kostar sjálvsagt, men fíggingin er so longu fingin til vega. Í fjør ár var talan um 6.800 kr., sum teir fingu í fløskupengum., øll eru hjartaliga vælkomin.
Føroyska arbeiðið
Í Eliaskirkjuni
Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.
Før. gudstænasturnar
í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00.
(Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er at hitta á tlf. 38796146.
Kristnastova
Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09
fax. 32 58 61 49
e-mail:
kristnastova@get2net.dk
Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.
Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er samstundis.
Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis.
Malta, Hirtshals
Sunnudag:
Kl. 11: Breyðbróting.
Kl. 18: Evangeliskur fundur.
Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.
Samkoman Malta í Hirtshals
Føroyingafelagið
í Esbjerg
Danmarksgade 25,
6700 Esbjerg, tlf. 75132747
Opið hvørt mánakvøld kl. 19?22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn.
Føroyskt
barnamøti
Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Heimamissiónin
Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024.
Føroyingarfelagið
í Aalborg
Lille Kongens Gade 10 B.
Tel. 98136330
Húsið er opið soleiðis:
Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00
Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00
Føroyahúsið
í Keypmannahavn
Vesterbrogade 17 A
1620 København V
Tlf. 33 23 15 87
Fax 33 23 15 18
Kunningartlf. 33 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.
Heimasíða:
www.faroehouse.dk
E-mail:
postur@faroehouse.dk
Upplatingartíðir:
mánadag?fríggjadag:
kl. 16.00?19.00.
28.?30. juli: Ólavsøkuhald við fjølbroyttari skrá.
28. juli: Fernisering. Tórhild Tolfsen sýnir fram.
Føroyingafelagið
í Århus
Vestergade 48 D
8000 Århus C
Telefon og fax: 86180604
Teldupostur:
aarstova@teliamail.dk
Heimasíðan:
Áarstova er opin soleiðis:
Café Mánad.-hósd.: kl. 16-18
Føroysku bløðini liggja frammi.
Fríggjakvøldsbarr: kl. 21-03
Limir ókeypis atgongd. Onnur kr. 10,-.
Onnur reglulig tiltøk í Áarstovu:
MFS. Meginfelag Føroyska Studenta hevur opið hvønn mikudag kl. 16-18.
Føroyskur barnaskúli annanhvønn leygardag kl. 11-14 (ólíka vikur).
Sunnudagsskúli annanhvønn sunnudag kl. 14.30 (líka vikur).
Bókasavn. Føroyskar bøkur kunnu lánast mánadag-hósdag kl. 16-18.
Ítróttartiltøk:
Flogbóltur. Frydenlundskúlin fríggjadag kl. 16-18. Bussur nr. 4.
Svimjing. Frydenlundskúlin fríggjakvøld kl. 18-19. Bussur nr. 4.
Fótbóltur. Hasselager Hallen fríggjakvøld kl. 21-23. Bussur nr. 15.
Føroyingafelagið
Vesturskin,
Bergen
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar við at venda sær til Sørin Danielsen, tlf. 56147684 ella Elsebeth Reines, tlf. 55229049.
Føroyingar
í Noregi
E-mail:
foroyar@norden.no
Heimasíða:
Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829.
Føroyingafelagið
í Reykjavík
Ølduslóð 27
220 Hafnafjørður, Ísland
Tlf. 565 4883
E-mail: forrek@visir.is