At tað verður ein øðrvísi ólavsøka í ár, man neyvan nakar ivast í. Korona fer at seta sínar avmarkingar, og nú er greitt, at matstøðini og skeinkistøðini í Havn ikki fara at fáa eina eins góða ólavsøku, sum tey høvdu vónað.
Tórshavnar Kommuna hevur nevnliga sent hesum støðum skriv, har kunnað verður um, at matstøðini og skeinkistøðini í býnum ikki sleppa at hava opið longur enn til á midnátt á ólavsøku í ár.
Sí skriv her:
Góðu mat- og skeinkistøð í býnum.
Sum tit ivaleyst hava frætt, verður ólavsøkan í ár øðrvísi enn undanfarin ár orsakað av Covid-19 farsóttini.
Einki tivoli verður á Skálatrøð, ongin Tórspallur ella miðnáttarsangur verður á Vaglinum, og ongir spæli- og sølubásar verða í gøtunum.
Eisini leggur Tórshavnar kommuna við stuðli upp til, at fólk í størst møguligan mun halda ólavsøku við hús og í grannaløgum.
Hetta gera vit fyri at fylgja tilmælunum frá landsmyndugleikunum um, hvussu vit frægast fyribyrgja møguligari smittuspjaðing á ólavsøku, tá vanligt er, at sera nógv fólk savnast í miðbýnum til langt út á náttina.
Av somu orsøk hevur Tórshavnar kommuna eisini ráðført seg við Koronaráðgevingina um upplatingartíðirnar á ólavsøku. Ólavsøkan fellir á ein týsdag og mikudag. Tað vil siga, at galdandi upplatingartíðirnar sambært Løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi er til kl. 24.00.
Koronaráðgevingin mælir staðiliga til, at hildið verður fast við, at afturlatingartíðin á ólavsøku er kl. 24.00.
Tórshavnar kommuna fylgir sjálvandi ráðunum frá heilsufakliga serkunnleikanum, og tí verður hervið sagt frá, at galdandi afturlatingartíðir á ólavsøku eru kl. 24.00.
Somuleiðis mælir Koronaráðgevingin til, at kommunan minnir mat- og skeinkivinnuna á, at tað er av sera stórum týdningi, at vinnan skipar sítt virksemi soleiðis á ólavsøku, at almennu tilmælini um frástøðu, spritting v.m. verða fylgd. Í hesum sambandi skulu vit siga frá, at kommunan er sinnað at loyva mat- og skeinkistøðum at víðka sítt virksemi út á kommunalt øki, ið liggur uppat verandi føstum støðum, har tað ber til. Hetta fyri at skapa meira pláss til gestir og harvið møguleikan at halda frástøðu.
Umsóknir um at víðka virksemið út á kommunalt øki skulu latast torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 16. juli.
At enda skal verða sagt frá, at miðbýurin verður læstur fyri ferðslu á ólavsøku sum vanligt. Tvs. frá ólavsøkuaftan kl. 12.00 til 30. juli kl. 12.00. Tó verður ikki læst fyri gjøgnumkoyring í Steinatúni, og Niels Finsensgøta frá Steinatúni og niðan, verður heldur ikki læst. Meira kunning kemur á torshavn.fo seinni.