Havrannsóknarskipið 71 milliónir krónur dýrari

Eyka útgerð skal setast umborð á nýggja Havrannsóknarskipið, sum dýrkar 71 milliónir krónur.

Í gjárkvøldið samtykti løgtingið at játta 71 milliónir krónur afturat til nýggja havrannsóknarskipið.

 

Í upprunaligu verklagslógini stendur, at nýggja havrannsóknarskipið skal kosta 215 milliónir krónur. Kortini, longu tá tilboðini komu inn var greitt, at hendan játtanin ikki fór at halda. Bíligasta tilboðið var gaman í innan karmarnar, men leyk ikki treytirnar hjá Fiskimálaráðnum. Tí var avgjørt at taka upp samráðingar við næst bíligasta veitaran, sum var MEST.

 

Nú eru samráðingarnar við MEST lidnar og klárt er at skriva undir, men fyrst má verklagslógin broytast fyri at játta meiri pening til at byggja skipið.

 

Umframt at upprunaliga tilboðið lá yvir játtanini, hevur Fiskimálaráðið avgjørt at seta eyka útgerð umborð á skipið. Talan er millum annað um ekkolodd, sum kann gera 3D myndir í samband við fiskikanningar, útgerð, ið kann kortleggja havbotnin og seismiska útgerð, sum kann senda lágfrekvent ljóð 50 til 100 metrar niður í havbotnin. 

 

Fiskimálaráðið sigur, at útgerðin er neyðug, fyri at gera lívfrøðiligar og jarðfrøðiligar fiski- og botnkanningar. 

 

Tilboðið frá MEST var 264 milliónir krónur, væl oman fyri tær 215 milliónirnar, sum vóru játtaðar av fyrstan tíð, og eykaútgerðin fer at kosta um 11 milliónir krónur. Harafturat eru útreiðslur til eftirlit, dagføringar, advoktahjálp og aðrar eyka og óvæntaðar útreiðslur, so samlaði prísurin fyri nýggja havrannsóknarskipið nú verður 286 milliónir krónur.

 

Eykajáttanin varð samtykt við aðru viðgerð í gjár, meðan málið kemur fyri til triðju viðgerð fríggjadagin.