Í farnu viku keypti Havsbrún í Fuglafirði stóra bygningin Handils- og frystivirkið, sum Føroya Banki hevur átt seinastu árini.
Økið, sum Havsbrún hevur keypt frá Føroya Banka, er góðar 3.800 fermetrar, men stjórin í Havsbrún, Bergur Poulsen, er einki fegin um at nevna keypsprísin.
Øktir møguleikar
Hin vegin sigur Bergur Poulsen, at bygningarnir er keyptir, tí mett verður, at teir fara at geva virkinum øktar møguleikar.
? Ætlarnir við keypinum eru ikki borðbærar enn, men tær koma at økja um aktivitetin í tí sum vit fáast við í løtuni, sigur Bergur Poulsen, og meiri vil stjórin í Havsbrún ikki siga.
Umvælingar
Viðvíkjandi spurninginum um hvørjum standi bygningarnir eru í, sigur Bergur Poulsen, at onkrir tilbygningar kunnu brúkast í verandi líki, men summir eru í so vánaligum standi, at teir ikki kunnu brúkast til nútímans framleiðslu.
Flakamaskinurnar, sum stóðu í Handils- og frystivirkinum eigur Fiskavirking, og tær verða nú tiknar úr bygninginum.