Havtaska liggur ikki bara við botnin og "fiskar"

Ein havtaska kann ferðast í miðal 3,5 km. um døgnið í 183 dagar. Tað vísa merkingarroyndir, sum Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt. – Hetta merkir, at havtaska liggur ikki bara við botnin og "fiskar", sigur fiskifrøðingurin, Lise Helen Ofstad

Kanningar

Fiskirannsóknarstovan hevur merkt havtasku við trolaranum, Vesturfarinum og garnabátinum, Gudrun.
Endamálið við merkingini, sum Lise Helen Ofstad skrivar um á heimasíðuni hjá stovninum, er at fáa eina vitan um útbreiðsluøki og ferðingamynstur hjá havtasku í føroyskum sjógvi. Endamálið er eisini at finna út av, hvat samband havtaska í okkara sjógvi hevur við grannaøkini.
Vesturfarið fiskaði 260 havtaskur á Skeivabanka í mars 2005, sum vórðu merktar, og garnabáturin Gudrun fiskaði 104 havtaskur norðanfyri Føroyar í mai/ juni 2005, sum eisini vórðu merktar. Aftrat hesum hava teir merkt 40 havtaskur umborð á Gudrun síðan august 2005.
Havtaskurnar vórðu merktar við sonevndum spagetti-merkjum, sum verða skotin inn í ryggin.
Lise Helen Ofstad, fiskifrøðingur, veit at siga, at Fiskirannsóknarstovan hevur fingið 14 merktar havtaskur aftur í 2005. Ein er fingin undir Íslandi, hinar allar undir Føroyum.
- Tað var beint fyri jól í 2005, at Fiskirannsóknarstovan fekk boð úr Íslandi um, at teir høvdu fingið eina merkta havtasku undir Íslandi. Hetta er soleiðis tann fyrsta, merkt í føroyskum sjógvi, sum er fingin aftur í øðrum sjógvi enn føroyskum.
Hon sigur, at havtaskan, sum teir fingu aftur undir Íslandi, er merkt á merkingartúrinum við Vesturfarinum á Skeivabanka, 6. mars 2005.
- Tá hon varð merkt, var hon 43 cm. long, og tá ið hon varð fingin aftur sunnanfyri Ísland 183 samdøgur seinni, var hon 45 cm. long.
Lise Helen Ofstad sigur, at havtaskan varð fingin aftur 343 fjórðingar í beinari linju frá merkingarstaðnum á Skeivbabanka.
- Hetta merkir, sigur Lise, at hon hevur ferðast í minsta lagi 3,5 km. um døgnið, ið er nógv skjótari enn væntað fyri fisk sum havtasku.
Hildið hevur nevniliga verið, at hetta fiskaslagið liggur við botnin og "fiskar" meginpartin av tíðini.
Hetta heldur so ikki heilt, staðfestir fiskifrøðingurin.
- Roknað verður við, at ein toskur av somu stødd sum hendan havtaskan ferðast umleið 18 km. um døgnið.
Hugsa vit um ein kalva av somu stødd sum havtaskan, verður mett, at hesi bæði fiskasløgini kunnu ferðast við umleið somu ferð um somu leiðir.
Lise Helen Ofstad sigur, at 13 merktar havtaskur eru fingnar aftur frá merkingartúrinum við Gudrun.
- Áðrenn tær vórðu fingnar aftur, høvdu tær verið í sjónum í 5-84 samdøgur og høvdu ferðast úr tilsamans 6,5 fjórðingum upp í 45,4 fjórðingar eftir merkingina.
Hon sigur, at havtaskan, sum hevur ferðast longst undir Føroyum, hevði verið úti í 78 dagar og hevði ferðast umleið ein km. um døgnið.
Fiskifrøðingurin sigur at enda í frágreiðingini, at merkingin við Føroyar er partur av eini norðurlendskari verkætlan um havtasku, samstundis sum hetta eisini er ein verkætlan undir fiskivinnuroyndum.
- Miðjað verður eftir at merkja enn fleiri havtaskur í føroyskum sjógvi, eins og arbeitt verður við at taka samanum úrslitini higartil, sigur Lise Helen Ofstad.