HB er í finaluni

Ari Mohr Olsen skoraði einasta málið, tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin

Tað er fagnaður í stóru HB leguni, og tað er stórt vónbrot í KÍ leguni í Klaksvík.

Í evstu løtu eydnaðist tað Ari Mohr Olsen at skora, og tað bar við sær 1-0 til HB. Fyrra hálvfinalan endaði 1-1, og harvið hevur HB tryggjað sær finalupláss. Í annaðkvøld verður avgjørt, um tað verður Víkingur ella Skála, sum verður mótstøðuliðið hjá HB, ið ikki hevur vunnið steypakappingina síðani 2004.

KÍ legði størri dent á at verja, og sum seinni hálvleikur leið, spenti HB álopsbogan alt meiri. HB málmøguleikarnir vóru fáir og smáir, og tað sá leingi út til, at KÍ fór at vinna seg í finaluna.

HB vísti sera góðan hugburð, og so eydnaðist tað. Tróndur Jensen sendi bóltin fram ímillum í vinstru, Ari Mohr Olsen rann seg leysan og sendi bóltin flatt og undir KÍ málverjan, sum var á veg fram úr málinum.

HB vann tvær ferðir í landskappingini í fjør, og í báðum dystunum skoraði Ari Mohr Olsen, og í kvøld skoraði hann avgerandi málið.

-Kenslan at renna út móti HB áskoðarunum var framúr, og nú er tað mest sum vorðið vani at skora í Klaksvík. Vit fegnast um finaluplássið, og í ár ætla vit okkum at vinna løgmanssteypið, sigur Ari Mohr Olsen.

-Vit eru sera vónbrotnir, tí tað gekk fyri seg eftir okkara treytum, staðfestir sera vónbrotni Jóannes Bjartalíð.

https://www.in.fo/myndasavn/ 

 

KÍ - HB 0-1 (0-0)

Seinna hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið. HB samantaldur vinnari við 2-1.

0-1: Ari Mohr Olsen 90.

Dómari: Petur Reinert

KÍ: Kristian Joensen - Deni Pavlovic, Jesper Brinck, Ísak Simonsen, Ólavur Niclasen (Aksel B. Danielsen, 92.) - Boris Dosljak (Darius Lewis, 92.), Simen Sandmæl, Jákup B. Andreasen, Jóannes K. Danielsen (Jonn Johannesen, 84.) - Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen

Gult kort: Jesper Brinck, Kristian Joensen

Venjari: Mikkjal Thomassen

HB: Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Danielsen, Hørður Askham, Lasse Andersen, Maganus Egilsson - Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, Dan í Soylu (Pætur J. Petersen, 66.), Símun Samuelsen (Jógvan Skeel Nolsøe, 90.) - Sebastian Pingel (Bartal Wardum, 66.), Ari Mohr Olsen

Gult kort: Magnus Egilsson

Venjari: Heimir Guðjónsson