Fótbóltur
Tað var tætt, tað var spennandi, og tá ið støðan alt seinna umfarið var 2-2, sigur tað seg sjálvt, at tað var ógvuliga spennandi. Úrslitið gjørdist 2-2. Havnarmenninir vóru farnir suður í vónini, at tað hesa ferð skuldi eydnast teimum at fáa fulla úrtøku og harvið at siga takk fyri seinast, sum var 1-0 tap í Vági í triðja umfarinum. Tað eydnaðist ikki, men 2-2 og eitt stig mundi kennast ikki so galið, tá ið tað eina løtu í 1. hálvleiki var 2-0 til heimaliðið, og tá ið tað frammanundan var væntandi, at dyggasti FM kappingarneytin fór at fáa fulla úrtøku. B36 fekk einki burturúr sínum heimadysti.
Síðstu løtuna leikaði tað harðliga á frammanfyri bæði málini. Dan Djurhuus hevði tveir stórar møguleikar, men hepniskvotan hjá honum var uppbrúkt. Tá ið eitt korter var eftir, sendi hann upp undir innaru síðuna av tvørtrænum, og bólturin var bæði á rygginum á HB málverjanum og á stólpanum, áðrenn vandin var av. Fimm minuttir seinni hevði sami Dan Djurhuus møguleika at skora sigursmálið, men Bárður Johannesen, sum var stinnur í HB málinum, vann tvídystin teirra millum.
Tá ið tað restaðu tíggju minuttir fekk innskifti Hendrik Rubeksen gyltan møguleika at gerast dagsins maður. Hann gjørdist leysur við VB málverjanum, sum bjargaði við beinparadu, og so endaði tað við einum stigi í part.
Sjokkstarturin
Í ódnarveðrinum, sum í løtum gjørdi um seg á Vágseiði, legði heimaliðið undan vindinum fyri sum - eitt ódnarveður! Teir royndu at leggja trýst á HB, og tað hevur ongantíð verið lívrætturin hjá HB, tá ið mótstøðuliðið órógvar teir langt frammi á HB hálvuni.
Eftir tjúgu minuttir legði VB seg á odda, og tríggjar minuttir seinni var støðan 2-0, og harvið tóktist tað ikki síggja nakað serligt út hjá meistaraliðnum.
Havnarmenninir áttu sín stóra lut í fyrsta málinum. Miðverjarnir spældu ímillum sín og upp á tvørs, og ágrýtni Símun Samuelsen, sum rættuliga tykist hava fingið luft undir veingirnar, var sum ein køttur yvir bóltinum, setti ferð á og var kaldur, tá ið hann setti framvið HB málverjanum.
Talan var um dyggan frammaná hjá HB, og lítla løtu seinni var støðan tvífalt so døpur. Hesa ferð var talan um óvæntaða skotroynd. Í hvussu so er tóktist tað ikki sum um, at Bárður Johannesen í HB málinum hevði droymt um, at kósin skuldi gerast so vandamikil, tá ið Dan Djurhuus, sum fyri 100. ferðina var á besta VB liðnum í landskappingini, einar tveir metrar frá síðulinjuni í høgru gyppaði høgt og langt. Í fyrstu syftu tóktist talan fara at verða um innlegg, men bólturin dalaði niður við nærra stólpanum, og hóast Bárður Johannesen fekk hondina á, so megnaði hann ikki at verja fyri, at bólturin fór í málið.
Í illveðrinum var fagnaðurin millum vágbingarnar, sum seinastu vikurnar av álvara hava fingið mót aftur um trygga tilveru í bestu deildini, stórur, og tað er væl skiljandi, at kenslan av enn eina ferð trý stiga úrtøku breiddi seg.
Moralurin
Tað er júst í sovornum støðum, at eitt lið skal vísa, um tað er nakar dugur í tí. Vandin fyri at fara heilt um koll var stórur, men HB hevur ikki av ongum verið meistari tríggjar tær seinastu ferðirnar, og teir teljast heldur ikki av ongum millum toppliðini í ár.
Spælið var einki at reypa av. Umstøðurnar gjørdu sítt til, at mistøkini vóru mong, og at tað harvið ikki var so ofta ella rættari, at tað var heilt sjáldan talan um samanspæl millum fleiri spælarar, áðrenn bólturin fór út av vøllinum ella fór til ein mótstøðumann í staðin fyri ein viðspælara. Men HB stríddist. Rúni Nolsøe, sum frá 1988 og til og við 1992 var sera sentralur á VB miðvøllinum, vísti enn eina ferð, at tað er eingin forðing at hava spælt so at siga hvørja ferð í meiri enn seytjan ár. Hann pískaði sínar menn fram, og tað eydnaðist at koma afturíaftur.
Sjey teir síðstu minuttirnar undan hvíldini syrgdi HB við tveimum málum fyri, at alt var púra opið aftur. Í tí fyrra førinum skoraði Rókur Jespersen, tá ið hann fekk møguleikan av brotssparksblettinum. Bjarni Johansen tveitti seg til vinstru fyri seg sjálvan, og hann fekk hondina á, men skotið var so mikið dygt, at bólturin vann inn um strikuna.
Tveir VB spælarar fingu gula kortið fyri at mótmæla, tá ið Dagfinn Olsen hevði bríkslað fyri brotssparki. Tað hevði hann gjørt, tá ið hann metti, at Dan Djurhuus hevði togað í so nógv í troyggjuna hjá Rúna Nolsøe.
Tveir minuttir undan steðginum javnaði Hans á Lag til 2-2, og aftur var talan um deyðbóltsstøðu. Rasmus Nolsøe sendi horna innfyri úr høgru, og umskúlaði verjuspælarin var hægstur við handara stólpan og einar 8-10 metrar úr málinum. Bólturin varð stútaður aftur í somu kós, sum hann var komin úr. Á málstrikuni royndu vágbingar at verja fyri. Men linjuverjin, Dan Højgaard, hevði flaggið á lofti og markeraði fyri, at bólturin hevði verið einar 20-30 centimetrar innanfyri stólpan.
HB arnir vóru fegnir um ikki at vera sørir, tá ið teir fóru úr Vági, og nú er Suðuroyarkvotan hjá høvuðsstaðarfelagnum liðug fyri í ár.