Terji Nielsen
Eftir dystin millum liðini bæði sunnudagin eru tey flestu av teirri áskoðan, at HB má metast at hava nógv teir bestu møguleikarnar fyri at verða omaná í finaluni. Tað er greitt, at havnarmenninir mugu metast at reint psykiskt hava munin á klaksvíkingum í løtuni, men ein finala er nú einaferð ein finala, og klaksvíkingar høvdu ein serstakligani vánaligan dag sunnudagin.
Bæði liðini
alt fólkið tøkt
Hvørki av liðunum hevur leikarar, sum eru skaddir. Hjá KÍ hevur liðskiparin, Kurt Mørkøre, verið smáskaddur, men hann spældi allan dystin sunnudagin og sá ikki út til at hava stórvegis trupuleikar. Símin Waag Høgnesen og Jan Joensen vóru báðir leikbannaðir sunnudagin, men eru tøkir til finaluna í kvøld.
Hjá HB er Johannes Joensen tøkur aftur, og sannlíkt er, at hann eisini verður við frá byrjan á høgra bakki. Hvør, ið skal víkja fyri honum, er ógreitt, men hetta má metast sum eitt »luksusproblem« hjá HB-venjaranum Ion Geolgau.
Endurtøka av finaluni í 1992
Einaferð áður hava tey bæði mest vinnandi feløgini í føroyskum fótbólti hitst í eini finalu um Løgmanssteypið. Tað var tann 12. august í 1992, og tá var tað HB, sum vann 1-0. Málskjútti hjá havnarliðinum í tí dystinum, var núverandi formaðurin Gunnar Mohr. Tann finalan var ikki ein av teimum mest vælleiktu, og vónandi fáa vit eina meira undirhaldandi finalu í kvøld.
Nógvir áskoðarar
Væntandi verða tað nógvir áskoðarar til dystin í Gundadali í kvøld. Klaksvíkingar møta altíð manssterkir til dyst, og hóast vánaliga úrslitið hjá KÍ sunnudagin, so verða tað helst nógvir áskoðarar við Smyrli, tá ið hann fer av Klaksvíkini beinleiðis til Havnar í morgin klokkan 17.15. Eftir dystin er eisini skipað fyri, at Dúgvan siglir beinleiðis av Havnini til Klaksvíkar.
Haraftrat kann væntast, at nógv fólk úr Havn, Norðstreymi og Eysturoynni fara at leita sær í Gundadal í kvøld.