1. DEILD
So hava øll liðini í næstbestu deildini roynt at fara av vøllinum uttan úrtøku. LÍF megnaði at fáa stig burturúr tíggju teimum fyrstu umførunum. Í 11. umfari í Gundadali móti HB fekk LÍF einki burturúr, og samstundis mistu teir plássið røttu megin uppflytingar strikuna.
AB fekk trý stig burturúr uttan at spæla, og nú eru argjamenn saman við B71 á uppflytingar plássunum.
VB/Sumba møtti ikki upp á Argjum. Á fundi í vikuni staðfestu vágbingar og sumbingar, at teir í løtuni ikki eru førir fyri at manna lið bæði í FORMULA DEILDINI og í 1. deild. Støðan er altso einki serlig har suðuri.
AB vinnur henda dystin. Hvussu tað fer at verða við VB/Sumba liðnum er ikki greitt enn. Hetta fer kappingarnevndin at viðgera.
TB-B71
Sandoyingar fóru av Sevmýri við einum stigi. Tað var nóg mikið til at halda tørn um oddasessin. Clayton Soares skorar hvørja ferð fyri sandoyingar. Hesa ferð hevði pinnurin verið fimm ferðir runt, tá ið miðvallarin í høgru, Magnus Olsen, spældi í dýpdina til toppskjúttan, sum sneiddi framvið einum mótstøðumanni, áðrenn hann lyfti upp um stinna TB málverjan, Predrag Markovic.
Tíggju minuttir seinni svaraði heimaliðið aftur. Eftir at B71 verjan í fyrru atløgu hevði beint bóltinum burtur, var Kaj Roest fyrstur á, tá ið bólturin aftur kom í brotsteigin. Úr eitt sindur spískum smekkaði hann til, og bólturin fór í málið dygst undir samankomingini í handara síðunetinum. Eitt fantastiska vakurt mál, siga bæði tvørámenn og sandoyingar.
Báðir partar høvdu aðrar møguleikar at gera mál, men málverjarnir gjørdu tað, sum tað verður roknað við, og báðir partar tóktust nøgdir við eitt stig.
HB-LÍF
Hóast HB var á heimavølli, og LÍF var á útivølli, so hevði HB einki ímóti leiklutinum at binda væl fyri í verjupartinum og at dúva upp á møguleikar í snarálopum og ikki minst í deyðbóltsstøðum. Tyngdini í álopinum bilti einki, tí tað vóru Uni Arge og Krzyzstof Popczynski, ið mannaðu fremstu plássini.
HB hevði fleiri góðar møguleikar. Kanska átti Popczynski sjálvur tann størsta, men royndin fór skeivu megin stólpan. Uni Arge hevði góðan stútara eftir horna, sum var um reppið at fara í málið, og tá ið hann var komin ímillum afturlegging, var møguleikin eisini stórur.
HB málið skoraði Høgni Joensen, tá ið ein tími var farin. Uppleggið átti John Eystberg.
Hjá LÍF var tað stórur smeitur, tá ið liðformaðurin Magnus Skoralíð longu í 1. hálvleiki noyddist av vøllinum. Bárður á Lakjuni hevði risa møguleika beinanvegin eftir hvíldina, og Magni Joensen hevði eisini stóran møguleika. Í báðum førum var tað 18 ára gamli HB málverjin, Birgir Poulsen, sum bjargaði.
FS Vágar04-Royn
Hvalbingar eru framvegis sørir, men á Valloyrini gróvu teir seg ikki niður fyri at avmarka tapið. Royn bjóðaði av frammarlaga á vøllinum, og í 1. hálvleiki vóru teir heilt væl við. Einasta málið undan hvíldini skoraði Jógvan Holm í 22. minutti, eftir at Silva og Per Joensen høvdu staðið fyri uppspælinum.
Eftir steðgin fekk FSV04 fimm mál. Jógvan Holm stútaði frísparksinnlegg frá Gisla Sveinbjørnssyni í málið í 47. minutti, Sjúrður Ellefsen økti til 3-0 í 65. minutti, eftir nakrar ferðir aftur og fram, Elfinn Ørvarodd økti til 4-0 í 73. minutti eftir stikkbólt inn um verjuna, Kim Poulsen, sum varð skiftur inn fyri fyrstu ferð í ár, økti til 5-0, tá ið hann varð spældur leysur innanfyri frammarlaga staddu verjuna, og Elfinn Ørvarodd syrgdi fyri tennisúrslitinum, tá ið hann í 87. minutti sneiddi framvið aftasta manninum, áðrenn hann skoraði.
SÍ-KÍ
Ivaleyst var tað mest óvæntaða úrslitið, at klaksvíkingar reistu seg í Sørvági, eftir at teir á Norðoyastevnu taptu 10-1 móti B71.
Marcello umsetti við høvdinum innlegg frá Jens Eriki Rasmussen til 1-0 í 3. minutti. Klaksvíkingar sýndu væl betri hugburð enn heimamenninir, og tveir minuttir undan steðginum sendi Jóannes Larsen langskot í málið, eftir at bólturin fyrst varð beindur burtur.
Tíggju minuttir eftir steðgin legði Bogi Selfoss SÍ framum aftur, eftir uppspæl frá Peturi Niclasen. Ein minutt seinni var aftur javnt, eftir at Jósup Henriksen hevði takkað fyri gávu frá SÍ. Og fimm minuttir seinni var Jósup Henriksen aftur upp á spæl. Hann legði KÍ framum 3-2. Fimm minuttir seinni svaraði Wenzil Mouritsen aftur til 3-3 við stútara eftir horna.
KÍ liðformaðurin, Erling Fles, syrgdi við tveimum málum fyri 5-3 KÍ sigri.