Talan hevur verið um fyribils loysn, men nú hava HB og André Olsen skrivað undir uppá, at André Olsen er nýggjur HB venjari.
HB upplýsir, at talan er um sáttmála, sum fevnir um restina av hesum kappingarárinum. Uttan at tað verður sagt nakað um tað, sum man tað liggja í kortunum, at gongdin og úrslitini vera avgerandi fyri, hvussu tað verður næsta ár – um venjarin fer at halda fram ella um felagið fer at leita eftir nýggjum venjara.
Higartil hevur André Olsen havt ábyrgdina av HB liðnum í tveimum dystum, og úrslitini hava verið góð – 1-0 sigur á útivølli ímóti Víkingi og 1-1 á heimavølli ímóti KÍ.
Í morgin fara HB og André Olsen at spæla á útivølli ímóti NSÍ.
Tróndur Jensen og Teitur Matras Gestsson eru hjálparvenjarar og Jens Martin Knudsen málmansvenjari. Áki Johansen er greinari, sum tað verður nevnt.