Tapið móti AB hevur veruliga sett síni spor í HB, sum nú má klárað seg uttan Evropa fyri aðru ferð síðani 2012. Endurbyggingin hevur ikki gingið sum ætlað, og tað hómast ein upploysn í hópinum. Felagið hevur lutfaldsliga fáar áskoðarar, og stuðulin kring vøllin fánar í hvørjum
Hetta er brot úr grein í Sosialinum frá í dag
Langt millum snapsirnar
HB vinnur meistaraheitið beint yvir annað hvørt ár frá 1998 til 2010, men hevur nú bara eitt meistaraheitið í seks ár.
Okkurt árið hevur úrtøkan verið góð. Millum annað í 2014, tá B36 vinnur meistaraheitið við 61 stigum – eitt fleiri enn HB.
Hinvegin, so lúgva tølini ikki. HB er í løtuni ikki ein maktfaktorur í føroyskum fótbólti – og fyribils er ilt at fáa eyga á hvussu HB kemur hartil aftur.
Skifta venjara
Sìðani 2002 hevur HB havt 14 ymiskar venjarar. Tí kann avgjørt hugsast, at tað er torført at byggja nakað, tá ongin venjari situr longri enn hálvt annað ár. Tað gongur kanska, tá tú hevur fleiri pengar enn hini liðini, men støðan í føroyskum fótbólti er nakað broytt seinnu árini.
Evropa milliónir gera munin
Ein stór broyting seinnu árini er økti vinningurin fyri at koma í Evropa. Upphæddin er í dag áleið 1,8 milliónir krónur fyri Europa League, meðan meistarin fær yvir tríggjar milliónir krónur.
Fyrr rukku pengarnir akkurát til at dekka útreiðslurnar fyri ferðing, men í dag liggur upp til ein millión eftir, tá liðini hava spælt í Evropa.
Hetta hevur eisini gjørt, at NSÍ og Víkingur í dag hava tað gott fíggjarliga, meðan KÍ hevur megnað at tikið lopið upp millum fýra tey bestu, við risa íløgum frá trúgvum stuðlum.
Tað sigur eisini eitt sindur um hvussu torført tað er, at órógva ”fýra tey stóru”, sum farnu árini hava verið B36, Víkingur, NSÍ og HB. Tey eru farin við FM, løgmanssteypinum og Evropa milliónunum síðani 2014.
Fíggjarlig avbjóðing?
Tað er eisini ein ávaring til HB, at tað er ikki bara er sum at siga tað, at sleppa upp í part aftur. HB hevur sett út í kortini, at felagið skal menna ungar spælarar. So kemur eisini spurningurin um HB hevur ráð til tað, um tað merkir at HB má vera uttanfyri Evropa komandi árini?
Langt frá FM
HB er fallið nógv tey seinastu tvey árini. Frá at vinna FM við fimm stigum í 2013, til at verða 18 stig frá fyrsta plássinum í 2015, og 18 stig frá nummar eitt eftir 24 umfør í 2016. Tað er 36 stig aftanfyri nummar eitt upp á tvey ár.
Í løtuni er ilt at síggja hvussu HB skal hála 18 stig inn á FM vinnaran komandi ár. Um tað ikki eydnast, so er hetta longsta tíðarskeiðið, har HB ikki hevur vunnið FM síðani 1998.
Hvar er HB áskoðarin?
Tað er eftirhondin langt í millum, at HB klárar at fylla Gundadal. Tað er ikki óvanligt, at fleiri áskoðarar koma til dyst, tá tað gongur væl. Tó tykist gongdin við áskoðaratølunum hjá HB ikki vera at taka feil av.
Felagið hevur nú eina risa avbjóðing. Fyri aðru ferð upp á fýra ár er felagið ikki við í Evropa, og tað er langt upp til fyrsta plássið, ið HB annars hevur spælt fyri at røkka at kalla hvørt ár.
Tey flestu vistu, at hetta kundi blíva eitt umskiftiligt ár, men veruleikin uttan Evropa tykist ikki hava rakt felagið av álvara, fyrr enn sunnudagin, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Í løtuni líkist HB meiri einum fallandi risa, enn ein risi í uppbygging.
Venjarar hjá HB síðani 2000:
2000-2002: Ion Geolgau
2002: Jóannes Jakobsen og Kári Nielsen
2003: Frank Skytte
2004-2005: Heine Fernandez
2005: Julian Hansen
2006-2007: Krzysztof Popczynski
2007: Albert Ellefsen
2008: Rúni Nolsøe
2008-2009: Sámal Erik Hentze
2010: Kristján Guðmundsson
2010-2011: Julian Hansen
2011-2012: Sigfríður Clementsen
2013: Oddbjørn Joensen
2014-2015: Heðin Askham
2015: Milan Cimburovic
2016: Jan C. Dam