HB vann fyri sættu ferð á rað

Pætur J. Petersen var aftur í dag málskjútti

Fyri sættu ferð á rað fór HB av vøllinum við fullari úrtøku, tá ið EB/Streymur í góðveðrinum var gestur í Gundadali.

 

HB vann 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Lítla løtu undan steðginum var tað Áki D. Samuelsen, sum setti hol á. 12 minuttir eftir steðgin var tað Pætur J. Petersen, sum økti um munin til 2-0. Pætur hevur nógvu av seinastu ferðunum verið fremsti maður, og hann hevur tikið av á tann hátt, at málið i dag var tað áttanda hjá honum, og talan var um fínt mál. Pætur rak inn úr høgru, og so snýtti hann mótstøðuverjuna, tá ið hann legði bóltin aftanfyri stuðulsbeini og sendi bóltin flatt í handara síðunet.

 

EB/Streymur hevði síðstu løtuna fleiri góðar møguleikar at minka um munin, men tað eydnaðist ikki Jóhann Hansson Joensen og liðformanninum Andras Ó. Olsen at seta bóltin í málið.

 

Úrslitið ber við sær, at HB heldur tørn um triðja plássið og framvegis vónar at fáa Víking aftur. Hjá EB/Streymi ber tapið við sær, at teir í Sundalagnum í dag mistu fjórða plássið til B36.

 

HB fer sunnudagin út á Argir, og EB/Streymur fær við Margáir vitjan av NSÍ.

 

 

 

 

 

HB – EB/Streymur 2-0 (1-0)

 

1-0: Áki D. Samuelsen 42.

 

2-0: Pætur J. Petersen 57.

 

Dómari: Adi Aganovic

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Daniel Johansen –  Dan í Soylu, Stefan Radosavljevic, Adrian Justinussen – Ári Mohr Jónsson, Pætur J. Petersen, Áki D. Samuelsen

 

EB/Streymur: Kristian Joensen – Tóki Johannesen, Dánjal Godtfred, Andras Ó. Olsen, Niels Pauli Danielsen – Jacob Andersen, Bogi Reinert Petersen, Mattias Weihe Joensen, Jóhann Hansson Joensen – Filip Djordjevic, Gutti Dahl-Olsen