Tað gjørdist eitt misjavnt kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum. Talan gjørdist um ein sigur, ein javnleik og tvey tap.
Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg vunnu á útivølli 32-27 á Silkeborg-Voel. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Jana skoraði fýra mál og legði upp til fýra mál (assist).
Viborg er nummar fimm í deildini við 28 stigum.
Í Forum høllin í Horsens taptu Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens 27-31 (15-16) fyri EH Aalborg.
Maria var við seks málum toppskjútti hjá Horsens. Maria legði eisini upp til tvey mál, og hon vann liðnum eitt brotskast.
Horsens er nummar átta í deildini við 16 stigum.
Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing megnaðu á útivølli javnleik 29-29 móti Sønderjyske. Í steðginum var Ringkøbing á odda 15-14.
Rakul bjargaði fýra av 19 málroyndum. Kappingarneytin, Stephanie Christensen bjargaði trimum av 16 málroyndum.
Ringkøbing er triðaftast í deildini við 10 stigum.
Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ taptu á útivølli greitt 22-33 (8-15) fyri Nykøbing-Falster.
HØJ er nummar 11 í deildini við 12 stigum.











