Heðin Mortensen vil vera við, at undirritaði og Kollafjarðarnevndin hava ikki álit á sjálvsognarstovninum Hallarstuðlum í Kollafirði, og vísir í hesum sambandi til grein á heimasíðu míni.
Havi sitið og nærlisið hana fleiri ferðir, uttan at eg dugi at síggja nakað, sum ber á brá av einum misáliti á Hallarstuðlarnar. Lesararnir eru vælkomnir at fara inn á síðuna
www.leivurhansen.com
at gera sínar egnu metingar av tí, eg har havi skrivað undir yvirskriftini "Kollfirðingar harmast um ítróttarhøllina".
Tað, sum eg her sipi til, er, at tey trý umboðini, sum kollfirðingar hava valt í staðbundnu nevndina (Kollafjarðarnevndina), sambært seinastu fundarfrásøgnini gjørdu vart við, at tey vóru ímóti leistinum, ið ítróttarhøllin skal byggjast eftir ? leistinum, sum Heðin hálovar.
Sambært somu frágreiðing harmaðust tey eisini um, at býráðið (meirilutin) ikki tók undir við tilmælinum hjá undirritaða í fíggjarnevndini og býráðnum í vár, um at kommunan sjálv skuldi byggja og reka høllina ? eins og galdandi var fyri Hoyvíkshøllina.
Men hetta sópaðu Heðin Mortensen og samgongufelagar av borðinum. Vildu kollfirðingar hava eina ítróttarhøll, so skuldu teir sjálvir standa fyri fyrireikingunum og byggingini, basta!
Og burturúr hesum spurdist so sjálvsognarstovnurin Hallarstuðlar, ið er settur á stovn við 500 tús. kr. í eginpeningi.
Eg havi tó framvegis ? eins og umboðini í Kollafjarðarnevndini - ógvuliga ilt við at skilja, hví tað í summum førum skal verða álagt borgarum at leggja rygg til eina tílíka ? eftir mínum tykki - sjálvsagda kommunala uppgávu, meðan hetta í øðrum førum ikki verður mett neyðugt.
Nei, um eg fati Heðin!
Sjálvandi hevði besta og ruddiligasta loysnin verið, at samanlagda kommunan tók við, har sum Kollafjarðar kommuna slepti, tá samanleggingin fór fram á nýggjárinum 2001.
Bygdarráðið var jú farið undir at grava út fyri eini høll (hvørs stødd og kostnaður tó ikki vóru komin endaliga uppá pláss), áðrenn samanleggingin fór fram.
Og hóast Heðin Mortensen ? honum so líkt so líkt ? nú sigur seg ikki kennast við tað, so ivast neyvan nakar annar, ið var við í samráðingunum, um, at júst ítróttarhøllin var ein av grundarsteinunum undir samanleggingaravtaluni.
Júmen, hatta stendur ikki svart uppá hvítt í avtaluni, fýsir Heðin. Neimen, kæri vinur, hví skuldi tað nú eisini tað? Hetta málið átti jú sum nevnt ein somikið stóran lut í samráðingunum, at hetta als ikki var nakað ivamál fyri øll okkum onnur.
Lagt kann í hesum sambandi verða aftrat, at umframt høllina varð undir samráðingunum eisini stórur dentur lagdur á útbygging av skúlanum, og at fáa Rás Tórshavn og Bussleiðina til eisini at fevna um Kollafjørð - uttan at hetta heldur stendur nevnt við stórum stavum í samanleggingaravtaluni.
Her taldu altso aðrar dygdir minst líka nógv, sum td: at eitt orð er eitt orð og ein maður ein maður.
Men hvat kanst tú vænta tær, at ein opportunistur ella ráksnúningur leggur í tað?!
Heðin Mortensen tosar um tóm lyfti, ið skulu verða givin kollfirðingum á fundum har norðuri.
Ja, tað átti hann at verið ein tann fyrsti at vita nakað um. Var tað td. ikki júst harra Mortensen, sum lovaði KÍF eina høll í 50-ára føðingardagsgávu?
Hvar er høllin og nær kemur hon?
Men Heðin, tú skyldar ikki bara kollfirðingum svar. Tú hevur eisini lovað argjafólki eina høll, og eru tey sum vera mann eisini ótolin um at frætta, nær nakað hendir har úti.
So gev eisini teimum eitt stutt og greitt svar - uttan nakað dikkedar, tí annars kanst tú rokna við, at fólk fara at halda, at tú bara er ein, sum gongur runt og lovar og lovar.
Kom, Heðin, vís nú, hvør dugur er í tær!
Góða eydnu.