Heðin er nýggjur landsstýrismaður

Tað boðar løgmaður frá í kvøld

Løgmansskrivstovan boðar í kvøld frá, at løgmaður hevur tilnevnt Heðin Mortensen sum landsstýrismann í samferðslumálum.


Heðin Mortensen hevur drúgvar royndir bæði í lands- og býráðspolitikki.


Hann varð fyrstu valdur á Føroya løgting í 1998. Seinast í áttati- og fyrst í nítiárunum sat hann í fleiri umførum á tingi sum varalimur.


Heðin Mortensen hevur sitið í Tórshavnar býráð síðan 1973, og millum 2004 og 2016 var hann borgarstjóri í høvuðsstaðnum.


Nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum er 72 ár, hann er giftur Hjørdis Egholm Mortensen og tey eiga fýra børn.


Heðin Mortensen hevur sín fyrsta arbeiðsdag í morgin.