Politikkur
?Sambandsflokkurin tekur undir við, at barnsburðarfarloyvið veður longt úr seks mánaðum til eitt ár, sigur Heðin Mortensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Heðin Mortensen umboðaði Sambandsflokkin á fundinum í Norðurlandahúsinum mikukvøldið. Hann vísir, at besta fyri øll er, um ansingartørvurin verður nøktaður.
?Tað er ógvuliga leingi at vera burturfrá einum arbeiðsplássi í eitt ár. Útviklingurin gongur við tí strúkandi ferð, og tað veðrur ringt hjá fólki at fylgja við aftur, tí má ansingartørvurin nøktast, tí hetta gevur besta úrslitið fyri øll, sigur Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen heldur tað vera upplagt, at páparnir eisini møguleikan at taka ein part av hesum árinum, umframt sínar 14 dagar. Heðin metir harumframt, at landið noyðist at geva ein munandi íkast fyri at fíggja øktu barnsburðarfarloyvini.
Sjálvur er Heðin Mortensen eisini varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, og hann vísti á fundinum á, at 25% av útreiðslunum hjá Tórshavnar Kommunu fóru til barnaansing. Heðin legði dent á, at Tórshavnar Kommuna hevði stórar ætlanir um at nøkta tørvin innan barnaansing. Hann metti, at nú var 81% av tørvinum nøktaður, og eftir ætlanum hjá býráðnum, vildum 97% verða nøktaði í 2003. Hetta skuldi síggjast í sambandi við, at kommunan er í holt við fleiri byggi- og ansingarætlanir. Hetta vil eisini geva øktar íløgur, men hetta vinnur kommunan mestur innaftur, metir Heðin.
?Tað eru nøkur ting, sum eru eftir at fáa upp á pláss. Vit vilja hava tað soleiðis, at tey eldru og børnini gerast leys av íløguloftinum, ið kommunar verða ásettar at virka undir, sigur Mortensen.
?Eldra- og barnaøki eru mál, ið verða raðfest ovarliga til komandi val, og vit vilja hava hesi fremst í huganum, tá ið vit fara til samráðingar um eina møguliga samgongu, sigur Mortensen.