Ferðafólkaskipið Hebridean Sky vitjaði í Vági fyrrapartin í dag.
Skipið kom longu klokkan 06, og umborð vóru 95 ferðafólk, umframt manningina.
Í Vágs kommunu siga tey, at ferðafólkini fóru útferðir til Eggjarnar og Vágseiðið.
- Summi fóru við bussi suður eftir, og onnur spákaðu runt í Vági.
Sagt verður, at talan var um eina stutta vitjan hjá Hebridean Sky hesaferð.
- Skipið loysti aftur um 13-tíðina í dag og setti kós móti Stornoway.
Í Vágs kommunu siga tey, at hetta verður ikki seinasta vitjanin hjá Hebridean Sky í Vági í ár.
- Skipið vitjar nevniliga aftur í Vági tvær ferðir í august, vita tey í Vágs kommunu at siga í dag.











