Tvær ferðir FM-gull til Sólruna og Rjóð

Enn eitt spennandi kappingarár í gongulagskappingum endaði um vikuskiftið við eini spennandi FM-finalu, tá fjórða og seinasta Safari uttandurakappingin var í Havnardali

Ríðisamband Føroya:

 

Góður dagur hjá Sólruni

Eins og so nógv onnur, brúkar Sólrun nógva tíð uppá at ríða og venja síni ross. Og hetta sást aftur í úrslitunum í finaluni leygardagin, tá hon á ryssuni, Rjóð frá Kjarri, gjørdist føroyameistari í bæði V1-fjórðgongd og T1-tølti við flottu dómaratølunum 6,67 í V1 og 7,17 í T1. Harafturat vann hon silvur í V5-fjórðgongd á Keisara úr Havnardali.

 

Eisini tvær ferðir FM-gull til Knút Lützen

Knút Lützen gjørdist føroyameistari í F1-fimmgongd við hestinum Bergstað frá þingbrekku við karakterinum 6,50. Og eisini í T2-slakteymatølti vann Knút føroyameistaraheitið á hestinum Hvini frá Árbæjarhjáleigu II við karakterinum 6,38. Knút og Kári frá Ásbrú vunnu harumframt bronsu í V1-fjórðgongd við karakterinum 6,53.

 

Gull til Arnfríð og Huga í bæði V1 og T1

Tað er stuttligt at síggja, hvussu tey ungu støðugt mennast og taka seg fram í gongulagskappingum. Til dømis van Arnfríð Dam gull á hestinum Huga frá Hrepphólum í bæði V1-ung og T1-ung. Í V1 var úrslitið 5,83 og í T1 6,56. Eisini hjá fleiri øðrum børnum og ungum sæst týðiliga, hvussu nógva tíð og orku tey leggja í venjing og at læra bestu tilgongdina fyri at gerast dugnalig gongulagsreiðfólk. Tað verður spennandi at fylgja við teimum í framtíðini.

 

Samreið- og røktarsteyp

Hesa ferð vunnu Óluva og Sproti samreiðsteypið, meðan Julia og Stormur vunnu røktarsteypið.

 

Kappingarárið endað

Við fjórðu FM-kappingini endaði kappingarárið fyri tey flestu, og nógv ross fara nú út á beiti í summarfrí. Tó eru nøkur, sum nú fara at gera seg klár at fara avstað til NM seinni í mánaðinum. NM í gonguløgum fyri íslendsk ross verður í Svøríki í august mánaði, og spennandi verður at fylgja við har. Meira um tað seinni.

 

Niðanfyri sæst, hvør vann ymisku kappingarnar og hvussu stigatalið var:

 

V5-BØRN, fjórðgongd

1 Bjørg Nolsøe Mørk og Ömmu-Jarpur frá Miklholti, 5,17

2 Julia Svabo Jaspursdóttir og Stormur frá Efri-Miðbæ 4,92

3 Eva Waag og Finna frá Ármóti, 4,71

 

V5, fjórðgongd

1 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgarð og Natan frá Auðholtshjáleigu, 5,96

2 Sólrun H. Poulsen og Keisari frá Havnardali, 4,92

3 Tóra Mørkøre og Björk frá þúfum, 4,75

 

V1-UNG, fjórðgongd

1 Arnfríð Dam og Hugi frá Hrepphólum, 5,83

2 Anna Thomsen og Björk frá Hlemmiskeiði 3, 5,10

3 Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðsholtshjáleigu, 5,07

3 Eva á Rógvi og Sproti frá Kvíarhóli, 5,07

 

V1, fjórðgongd

1 Sólrun H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri, 6,67

2 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni, 6,63

3 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú, 6,53