Á midnátt eru tað júst 45 ár síðani, at Heðin Mortensen gjørdist limur í Tórshavnar býráð. Og har tað hevur hann verið síðani.
Vit skrivaðu hósdagin, at fólk sum kenna Heðin Mortensen væl siga, at hann fer at stilla uppaftur á næsta vali, sum verður í 2020. Og tað fer hann, váttar hann fyri in.fo
Fyrstu ferð varð Heðin Mortensen valdur á privatlistanum hjá Peturi í Gong, Uttanflokkalistanum, sum fekk trý umboð vald í býráðið ta ferðina. Fyrstvaldur var Petur í Gong við nógv felstum atkvøðum, 475. Næstur á listanum var Børge Persson við 82 atkvøðum, og Heðin Mortensen á triðja plássi við 71 aktvøðum. Valið var tætt, tí Arnbjørn Olsen og Óli Frits Jacobsen vóru beint í hølunum á Heðini Mortensen við ávikavist 69 og 68 atkøvðum.
Lesið eisini: Tekur 35 ár at taka metið frá Heðini
Nevnast kann til stuttleika, at til hetta valið stillaði Poul Michelsen eisini upp. Hann fekk 8 atkvøður og stillaði upp fyri Framburðsflokkin hjá Kjartan Mohr. Kjartan Mohr varð valdur í býráðið í Havn hesaferð – og hóst Poul Michelsen bara fekk 8 atkvøður ta ferðina, so vóru tað 11 fólk á listanum av 16, sum fingu færri atkvøður enn Poul Michelsen.
Poul Michelsen hevur sitið í Tórshavnar býráð í 12 ár, frá 1981-92 – men hann hevur ongantíð verið vanligur býráðslimur, tí hann sat øll árini sum borgarstjóri umboðandi Fólkaflokkin. Hann eigur saman við Heðini Mortensen metið sum tann, ið hevur sitið longst sum borgarstjóri í Havn, tí teir hava báðir sitið í júst 12 ár.
Sjálvt um Heðin Mortensen væl og virðiliga eigur metið, sum tann, ið hevur sitið longst í býráðnum, so fer hann eftir at tak metið sjálvur. Tá kommunuval er næstu ferð, hevur Heðin Mortensen sitið í býráðnum í 48. Men stillar hann uppaftur, fær hann fýra ár afturat og kemur upp á 52 ár.
Og tað ætlar hann sær.
– Sjálvandi geri eg tað. Vit mugu gera Havnina stóra aftur, nú hon liggur í dvala ella sovnar burtur. Hevur Havnin tað gott, so hava allar Føroyar tað gott. Og hava Føroyar tað gott, hevur Havnin tað eisini gott, sigur Heðin Mortensen, sum leggur afturat, at »Her má vend koma í!«