Heðin Mortensen metir seg als ikki vera ógegnigan í málinum um barnaansingina í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hann er formaður í Havnar Sjónleikarfelag og limur í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð.
? Eg havi eina løgfrøðisliga váttan, sum sigur, at eg ikki eri ógegnigur. Er tað galdandi, at man ikki kann vera uppi í nøkrum og sita í býráðnum, so skuldi eg hildið meg burtur frá nærum øllum málum í kommununi. Eg eri virkin innan nógvar felagsskapir og tað eru onnur við mær. Hevði tað verið við fíggjarligum vinningi fyri eyga, so hevði eg hildið meg burtur, sigur Heðin Mortensen.
? Tá ið man tosar um pengar og at gera sáttmála kann man tosa um at vera ógegnigur. Vit hava eina rúgvu av góðum fólki í Sjónleikarfelagnum til at taka sær av tí.
? Tá ið málið um Tórsvøll var fyri fekk eg eisini staðfest, at eg ikki var ógegnigur. Sjálvt býráðið samtykti at eg ikki var tað. Støðan er ikki øðrvísi hesaferð.
? Málið á fundinum í sosialu nevnd í dag hevur einki við barnaansingina í Sjónleikarhúsinum at gera. Tað er trupulleikin á barnaansingarøkinum sum heild, sum skal viðgerast. At barnagarður skal vera í Sjónleikarhúsinum er als ikki aktuelt, tí eingir pengar eru settir av til tað, so tað meti eg sum avgreitt.
? Tað virkar heilt ørt, at spurningur verður reistur við, um eg eri gegnigur ella ikki. Vit hava viðgjørt málið í fleiri mánaðir og hví hevur býráðið ikki samtykt áðrenn, at eg eri ógegnigur. Í staðin fyri at brúka tíð uppá mín persón, átti Hallstein Sigurðsson heldur at komið við konstruktivum loysnum.
? Hallstein ætlar als ikki at loysa trupulleikan á barnaansingini í Havn. Hann ætlar sjálvur at verða formaður í sosialu nevnd. Men tað verður hann ikki, tí nevndin verður umskipað og andstøðan yvirtekur leiðsluna ? eisini í mentamálanevndini, fíggjarnevndini og heilsu- og umhvørvisnevndini. Og tí koma vit at seta út í kortið, hvat fer at henda.
Egið gagn
Fleiri býráðslimir hava skotið Heðini í skógvarnar, at hann brúkar málið at gera vart við seg sjálvan og at hann fór í fjølmiðlarnar við ætlanini um barnagarð í Sjónleikarhúsinum, áðrenn tað var búgvið og lagt fyri býráðið.
? Tað var als ikki eg, sum fór í fjølmiðlarnar við málinum, men formaðurin í sosialu nevnd, Elin Lindenskov, og Katrin Dahl, og tað kann eg prógva. Tað sum eg gjørdi var at gera viðmerkingar til málið.
? Trupulleikin er, at býráðslimir ikki tora at siga, hvat teir meina. Hví ikki vera konsekvent og siga, at tey ikki hava áhuga í at barnagarður verður í Sjónleikarhúsinum. Tað er ein greið støða. Uppskotið um barnagarð í Sjónleikarhúsinum er sáplað niður, tí tað kom frá Heðini Mortensen. Foreldrafelagið at smábørnum í kommununi, Pedagogfelagið, og foreldur annars taka undir við uppskotinum, og eg havi ikki sæð eitt tað einasta negativa lesarabrævið um ætlanina, sigur Heðin Mortensen.
Mælir frá
Ein trímannanevnd mælir býráðnum frá, at barnagarður verður í Sjónleikarhúsinum grundað á nøkur viðurskifti so sum rottuvanda og ferðslutrupulleikar.
? Eg trúgvi als ikki, at handa nevndin hevur kannað nakað sum helst. Felagið hevur gjørt ferðslukanningar fyri býráðið, har vit hava kannað, hvussu nógvir bilar koyra handa vegin ? og tað eru 4 bilar um tíman. Aðra staðni, har barnagarður er, koyra fleiri hundrað bilar framvið.
? Andstøðan hevur havt eina greiða støðu alla tíðina, men samgongan hevur elt alt til ein ruðuleika. Býráðslimir eru ikki at sær komnir at teir tora at gjøgnumføra nøkur ting. Eg eri vanur at arbeiða skjótt og væl.
? Vit skulu minnast til, at bæði Leivur Hansen og Elin Lindenskov vórðu vald inn í býráðið fyri at loysa barnaansingartrupulleikan, men tey hava einki gjørt. Tað, sum skal gerast í ár, er als ikki farið í gongd, arbeiðini eru ikki so frægt sum boðin út. Hví koma tey ikki í gongd? Hevði eg fingið eitt hálvt ár og pengarnar sum býráðið hevur at ráða yvir, skuldi eg loyst trupulleikan á barnaansingini.