Heðin Askham, venjari hjá HB, er ikki í iva um, at Víkingur er favorittur til steypafinaluna. Hóast HB er tólv stig frammanfyri Víkingi á stigatalvuni í landskappingini, so er Heðin ikki í iva.
Hoyr samrøðuna við Heðin Askham við at trýsta á pílin undir myndini
- Sjálvandi er Víkingur favorittur. Teir hava verið í finaluni fleiri ár í trekk og hava eisini vunnið hana. Tað hevur eisini gingið væl hjá teimum, so tað er tað vit eru uppi í móti, sigur Heðin Askham, venajri hjá HB.
Rás2 sigur beinleiðis frá steypafinaluni millum HB og Víking, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45.