Heidi Harviken farin aftur til Noregs

Hondbóltur: Sterki bakkurin/miðspælarin hjá Neistakvinnum, Heidi Harviken, er farin aftur til Noregs

Í kappingini í ár hevur ein nýggjur spælari verið at sæð á kvinnuliðnum hjá Neistanum. Tað er Heidi Harviken úr Noregi, sum hevur spælt á høgra bakkinum og á miðjuni hjá Neistaliðnum.

Heidi Harviken er 24 ára gomul og frá Elverum í Hedemørkini. Tað er okkurt um 120 kilometrar frá Oslo. Hon hevur altíð havt ein dreym um at vitja Føroyar, Ísland og Grønland, og seinasta hálva árið hevur hon verið skiftisnæmingur á Læraraskúlanum, og hon hevur tí ikki verið í Føroyum bert fyri at spæla hondbólt, sum onkur hevur hildið.

Hon kom til Føroyar 12. august, og leygardagin fór hon so heim aftur til Noregs.

? Upprunaliga var tað ikki ætlanin hjá mær at spæla hondbólt, meðan eg var í Føroyum, og tað var av tilvild, at eg endaði í Neistanum, sigur Heidi Harviken í leikskránni hjá Neistanum til dystin móti VB tann 13. desember.

? Tað var Hans Holm, sum spurdi meg, um eg hevði áhuga fyri at spæla hondbólt, og eg helt eisini, at hetta var eitt frálíkt høvi til at hitta føroyingar, sigur Heidi Harviken, sum í Noregi hevur spælt í 3. og 4. deild.

Har hevur hon spælt vinstri bakkur, men í Neistanum varð hon mest brúkt sum høgri bakkur ella á miðjuni. Í byrjanini gekk tað væl hjá henni, og hon skeyt nógv mál, men eftir at hon breyt nøsina í dysti móti VÍF í Vestmanna, hevur hon ikki verið so eyðsæð.

? Kyndil hevur tað besta kvinnuliðið í løtuni, og tær eru væl samanspældar. Men um Neistin kann rætta nøkur ting á liðnum, kunnu tær eisini vera við í toppinum, sigur Heidi Harviken, sum altso sjálv ikki verður við á Neistaliðnum meir.

Hon hevur annars ikki spilt tíðina burtur, meðan hon hevur verið í Føroyum. Umframt at ganga í skúla og spæla hondbólt hevur hon m.a. verið á fjalli í Vágunum og gingið til Gásadals. Hon hevur vitjað allar oyggjarnar í Føroyum uttan Dímunar og Hest ? og tað er meira, enn tú kanst siga um nógvar føroyingar?

(Kelda: Leikskráin hjá Neistanum)