Í góðveðrinum seinnapartin vann NSÍ fyri fyrstu ferð í ár. Eftir 2-0 tap á útivølli ímóti HB í fyrsta umfari endaði tað í dag við stórsigri ímóti nýggja liðnum í bestu deildini, sum eitur TB/FCS/Royn.
NSÍ vann 11-0 eftir 4-0 í fyrra hálvleiki.
Longu í triðja minutti setti bólttryggi miðvallarin Rúna Olsen hol á, tá ið hon royndi seg við skoti úr 40 metrum.
So skoraði Heidi Sevdal tvey mál, og eitt korter undan steðginum var tað systir hennara Ansy Sevdal Jakobsen (myndin), sum økti um munin til 4-0.
Tvey tey fyrstu málini eftir steðgin skoraði fyrrverandi KÍ spælarin Sigrid Amalielsdóttir Jacobsen. Heidi Sevdal skoraði til 7-0 og 9-0. Laila Pætursdóttir skoraði tvey mál, og Ansy Sevdal setti punktum, tá ið hon fimm minuttir undan leikloki staðfesti 11-0 sigurin.
Í fyrsta umfari tapti liðið úr Suðuroy 16-0 í Trongisvági ímóti Víkingi. Jón Pauli Olsen er venjari hjá nýggja liðnum í bestu deildini, og hann var í dag alla tíðina virkin og vegleiddi í, hvussu liðið eigur at hanga saman og flyta seg. Tað vóru fýra skiftisspælarar á listanum hjá TB/FCS/Royn, og tær vórðu í seinna hálvleiki allar skiftar inn. Ein var Rebekka Kristiansdóttir Olsen, sum fimm minuttir undan leikloki avloysti málverjan Rósu Mikkjalsdóttir Hammer.