Heiðrikur á Heygum í Gallarí Havnará

Heiðrikur á Heygum sýnir fram listaverk síni í Gallarí Havnará frá 22. november til 4. desember.

Listaframsýningin hevur heitið, “hvøreriegnú?”. Framsýningin fevnir um 12 akvarellmálningar, sum hvør í sínum lagi lýsa menniskjalikamið í ymiskum dekonstruktueraðum støðum.

Framsýningin snýr seg um evnið umskapan, har Heiðrikur hugleiðir um ferðina frá onkrum gomlum til nakað nýtt. Í listaverkum sínum á framsýningini, hugleiðir Heiðrikur um endurskapan, endurføðing, samleika og grøðing. - Fyri at byrja av nýggjum, má ein bróta sundur.

Fernisering verður fríggjadagin 22. november kl. 16.00.

 

##med2##

##med3##