Apopleksi merkir blóðtøppur ella bløðing í heilanum, ið førir til lamni í aðrari síðuni. Í summum førum rakar lamnið talusentrið, og tá kunnu evnini at samskifta við onnur, tað er at tosa og fata tað, onnur siga einum, verða ávirkað. Hetta verður rópt afasi.
Nú hevur nevndin í felagnum gjørt av at ferðast kring landið og kunna um endamál felagsins og framtíðarætlanir.
Í hesum sambandi ynskir felagið at stovna undirnevndir við trimum limum í hvørjari undirnevnd.
Mánadagin 16. juni verða umboð fyri felagið í Miðvági. Fundurin verður hildin á Ellis- og Røktarheiminum klokkan 20.00.
Mikudagin 18. juni klokkan 20.00 verður fundur í Runavíkar skúla.
Mánadagin 23. juni verður fundur í Klaksvík. Tann fundurin verður í Ósáskúlanum klokkan 20.00.
Felagið vónar, at fólk møta til fundirnar, so at undirnevndirnar kunnu verða stovnaðar.