Heilsu- og eldrarøktin skal raðfestast!

Valstríðið hevur í stóran mun verið merkt av lyftum til teir lægru inntøkubólkarnar. Hetta er Sambandsflokkurin ikki ímóti - tó eru vit meiri nágreinilig og samstundis skynsom.

 

 

 

Sambandsflokkurin vil geva ein heilsu- og røktarfrádrátt til starvsfólk innan økið - hetta merkir, at starvsfólkini fáa 10.000 kr. meira um árið.

 

 

 

Jú, tað tykist kanska ikki sum nógv, men vit kunnu ikki góðtaka, at hesir fakbólkar allatíð verða niðurraðfestir.

 

 

 

So kann onkur siga, hví gjørdu tit einki við hetta, meðan tit sótu í samgongu! Eg skilji, men Sambandsflokkurin kom við uppskotinum til landsfundin, sum var í mars í ár. Hetta hava vit viljað í longri tíð, og serliga nú er tað av týdningi, tí gerandisdagurin er dýrkaður so nógv.

 

 

 

Løgtingið skal ikki avgera løn - tað skulu fakbólkarnir og teirra fakfeløg.

 

 

 

Løgtingið skal ikki avgera arbeiðsvikuna - tað skulu fakbólkarnir og teirra fakfeløg.

 

 

 

MEN, tað sum vit kunnu og vilja geva, er ein frádrátt.

 

 

 

Grundin til, at hetta er ein skynsom loysn, er tí, at frádrátturin ikki ávirkar prísvøksturin í nærindis sama mun, sum ein lønarhækking ger. Vandin við lønarhækking er, at prísvøksturin fylgir við, og tá hava allir partar tapt.

 

 

 

Sambandsflokkurin vil tryggja heilsu- og røktarøkið.

 

 

 

Sambandsflokkurin vil tryggja vælferðina.

 

 

 

Harriet Høgnesen

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið