Heilsu­trygd um skattin

Gongur sum ætlað verð­ur heils­u­trygd gold­in um­veg­is skatt­in frá fyrsta januar at rokna

Tað verður arbeitt við mál­i­num í Fíggj­ar­mál­a­ráð­num, og Aks­el V. Johannesen mið­ar í­móti, at klárt skal vera at krevja heils­u­trygd­ina inn umv­egis skatt­in frá fyrsta januar.

Hetta verður gjørt sum ein part­ur av semj­uni, ið var gjørd millum Javn­að­ar­flokk­in, Sam­bands­flokk­in og Tjóð­veldi, sigur Aksel V. Jo­hann­e­sen.

Harvið verður gamla sjúkr­a­kassa­gjald­ið heilt burt­ur, og semj­an mil­l­um nevndu flokkar tryggj­ar, at meiriluti er fyri broytingini á Løg­tingi.