Heima í Himmiríki Lítla

FLYTING. Valið var einfalt. Tey skuldu bara heimaftur. Ikki bert heim til Føroya. Men heim aftur á Sand. Til familjuna og friðsæluna á bygd

Ein kaldan vetrardag mitt í februar stóðu tey har.

Í túninum hjá mammu og pápa Randi. Í býlinginum Himmiríki Lítla á Sandi. Við kufferti og tveimum smábørnum í hond. Til reiðar at byggja eina nýggja framtíð heima á Sandi. Eftir sjey ár í útisetu í Danmark.

 ? Bygdarlív ? tað er lívið, staðfestir 28 ára gamla Randi Joensen, tá ið hon kemur pøst heim av fiskavirkinum, har tey longu hava havt boð eftir henni og manninum Christiani.

 ? Havnin er ov stór. Hon sigur mær einki, sigur Randi. Og bendir peikifingurin móti tummilsnippinum, so at fingrarnir vísa eitt stórt null.


Burtur í sjey ár

Hjúnini Christian og Randi Joensen eru bæði ættaði av Sandi. Í 1993 fluttu tey til Esbjerg. Hetta var um tað mundið, tá ið metstóra fráflytingin úr Føroyum tók dik á seg. Tey rýmdu kortini ikki, men fóru niður, tí at Christian ? sum er útbúgvin bilmekanikari ? skuldi á maskinmeistaraskúla.

 Í Esberg skiftust tey um at lesa og at arbeiða. Christian fekk pappír sum maskinistur, men bleiv ikki liðugur at lesa til maskinmeistara. So fór hann út at arbeiða. Sum verksmiðjuarbeiðari, bilmekanikari, serarbeiðari og bussførari.

Randi fór eisini á skúlabonk. Fyrr í ár tók hon prógv sum pedagokur, og blekkið á prógvum var nóg illa tornað, tá ið

familjan Joensen takkaði fyri seg. Tey pakkaðu sínar ognir í ein vørubil, keyptu sær ferðaseðil við Norrønu og stevndu móti Norðurhøvum.

Móti eini nýggjari framtíð heima á Sandi.


Heima er best

? Úti er gott, men heima er best. Tað er galdandi fyri øll. Annars lúgva tey, sigur 32 ára gamli Christian hugsunarsamur, tá ið vit sita og fáa okkum kaffi og vinarbreyð í hornasofuni hjá verfaðirinum - bakaranum í Himmiríki Lítla.

 ? Tað er gott at koma heimaftur til friðin. Niðri snýr alt seg bara effektivitet, sigur hann og fær sær ein munn av tí heita kaffinum, sum vermamman Karin hevur bryggjað.

 Uttanfyri skínir sólin oman og niðan. Seyðurin gongur á traðunum og smáfuglurin pikkar í svørðin. Tað verður arbeitt í onkrari veltu og hundarnir mala aftur og fram millum túnini.

4 ára gamla Karina situr við stovuborðið og fortelur um øll vinfólkini í Esbjerg. Jú, tey hava lovað at skrivað, men tað tykist slett ikki at vera gingið upp fyri henni, at hon ikki longur skal síggja Louise, Jonathan, Andreas og øll hini hvønn dag.

2 ára gamli Arnfinnur er farin út við abbanum. Navnarnir báðir eru farnir at sígga til langabban, sum ikki er nakar unglingi longur, og kanska eru teir farnir at geva seyðinum eisini.


Fyri børnini

? Hvat tað er so dregur? Áh Jesus....

Randi smakkar eina løtu uppá spurningin áðrenn hon svarar:

? Tað var fyrst og fremst fyri børnini. Vit vilja geva teimum møguleika at vaksa upp á sama hátt sum vit gjørdu ? úti á bygd, sigur hon. Og greiðir frá, at tey valdu at flyta heimaftur áðrenn Karina var somikið gomul, at hon skuldi í skúla.

? Niðri er eitt sovorðið jag alla tíðina. Upp til arbeiðis. Í barnagarðin. Til handils. Aftur til hús. Tað er eitt stressað lív. Her geva

fólk sær betri stundir at liva, sigur hon.

Tað er týðiligt, at góða og tætta sambandið við familjuna heima á Sandi er nakað, sum familjan Joensen metir ógvuliga høgt.

? Familjan er ein tryggleiki. Hana kanst tú altíð fara til, tá ið tú hevur brúk fyri hjálp og stuðli. Í Danmark fara tey til sosialu skipanina við málum, sum vit klára at greiða sjálvi, sigur Christian.

? Í Danmark halda nógv seg kunna liva uttan ommur og abbar, men tað vísir seg kortini, at børnini hava brúk fyri teimum. Á donskum dagstovnum fáa tey fólk at spæla ommur og abbar, tí børnini ongar hava sjálvi.

? Omman og abbin hava nakað at geva børnum, sum vit foreldur ikki kunnu á sama hátt, sigur hann.


Eitt stabilt lív

Christian ætlar sær til skips, og Randi heldur, at hon hevur møguleikar at nýta útbúgvingina í Sandoynni. Tað hevur ljóðað, at ein barnagarður er í umbúna á Sandi. Hon heldur, at hon eisini kundi arbeitt sum dagrøktarmamma ella serlærari. At fara til Havnar at arbeiða er so avgjørt síðsti útvegur, slær hon fast.

 Fyribils ætlar familjan at búgva heima hjá mammu og pápa Randi. Møguliga fara tey sum frálíður at byggja egin hús heima á Sandi.

? Vit hava eina vón um at hava arbeiði, hús og heim og samband við familjuna. Eitt stabilt lív, sigur Christian, og fer at greiða frá útboði og eftirspurningi á sethúsum. Fyri nøkrum árum síðani fingust reiðiliga nýggj hús til keyps á Sandi fyri eina hálva millión, men tey eru farin. Nógv eru longur flutt heimaftur, so familjan Joensen er sein á sjóvarfallinum.

? Kanska kanst tú fáa eina gomul hús bíliga. Men skulu tey byggjast út og setast í stand, ja so loysir tað seg eins væl at

byggja, heldur Christian fyri.

Lívið er broytt

Hóast avgerðin um at flyta heim aftur var einføld, so vænta Christian og Randi kortini ikki at lívið í Føroyum verður ein dansur á rósum. Tað er ikki bert flakavirkini sum hava skift navn til fiskavirki, hesa tíðina tey hava verið burtur. Alt samfelagið er broytt og fólkið við.

 ? Tað verður ikki tað sama. Gomul vinfólk, sum vit kendu her eru flutt og vinarløg eru fjaraði burtur. Hetta skulu vit nú undir at

byggja upp av nýggjum, sigur Randi.

Christian vísir avgjørdur aftur, at familjan Joensen kemur heimaftur við einum rósinreyðum dreymi í kuffertinum.

? Vit eru greið yvir, at vit mugu stríðast fyri einum gerandisdegi. Vit mugu veruliga gera nakað. Vit hava ikki sett okkum so stórar

forvæntningar, sigur hann, og skoytir uppí við einum skeivum smíli:

? Vit eru greið yvir, at sandingar eru teir, sum skylda mest.


Aftur í Himmiríki

Tað er døgverðatíð og familjan er sessað við køksborðið.

Karin hevur borðreitt við grind og spik. Randi skal vera aftur á virkinum klokkan eitt. Christian umhugsar antin hann skal fara at hyggja til seyð ella um hann skal fara og umvæla tann gamla Mazda-bilin, sum tey hava havt við sær úr Danmark. Bilurin skal á føroyskar plátur. Pappír skulu ordnast. Tað er nokk at gera.

Bakarin og abbasonurin Arnfinnur eru komnir til hús aftur. Tann tvey ára gamli stendur á gólvinum og smílist so hugagóður. Hann er væl dubbaður og er bæði í húgvu og fallhjálmi.

? Tað er stuttligt at fáa børnini heimaftur ? ikki um at tala abbabørnini, letur í bakaranum, áðrenn hann hvørvur niður ígjøgnum lemmin. Oman í bakaríið.

Sólin skínir framvegis á Himmiríki Lítla, tá Karin smoyggir seg í gummistivlarnar og er til reiðar at vinna eina kærkomna dagsløn á fiskavirkinum. Spurd um tey eru komin aftur í himmiríki, svarar hon stutt og stillisliga:

-Ja!