Heimasíðurnar siga:

Her samlig av onkrum av tí, sum ítróttarheimasíðurnar skriva.

www.hsf.fo: (Hondbóltssambandið)
“Hervið skal verða kunngjørt, at starvsnevnd HSFs tekur frástøðu frá, at tað á heimasíðum hjá feløgum verður lagt eftir dómarum við einvísari niðurgering og útspilling.”

www.nordlysid.fo: (Norðlýsið)
“Við einum yvirskoti uppá tvey mál tá tað restaði ein minuttur í seinnu hálvfinaluni “var” Stjørnan í steypafinaluni, og so álikavæl standa eftir við ongum, tá avtornar, tað er ófatuligt.”

www.hb.fo:
“Hóast umstøðurnar í Gundadali eru góðar, er stórt trot á vallarplássi til fótbóltsspæl í høvuðsstaðnum. 11.000 fólk í Eysturoynni hava 8 góðkendar vøllir, meðan 19.000 fólk í høvuðsstaðarøkinum berjast um 3 góðkendar vøllir”

www.fsf.fo: (Fótbóltssambandið)
“Føroysku áskoðararnir, ið ætla sær til landsdystin í Eysturríki 22. mars, hava nú møguleika at ogna atgongumerkir á heimasíðuni hjá FSF”

www.hvannrok.fo:
“Myndir og ítróttur hoyra saman, tí hevur tú ikki ítróttamyndir, so er vónleyst at skriva um ítrótt. At taka góðar myndir er í míni verð list, og tað eru fólk, sum eru betri til hesa list enn onnur.”

www.sudurras.fo:
“Tik, tok, tik, tok … tey seinastu 2-3 sekundini av dystinum fara við áskoðarabrølum av teimum heilt stóru í Vágs Høll. Og, sum Niels Petersen segði LIVE á Suðuroyarportalinum, “sikken eitt upplivilsi”.”

www.svimjing.com:
“Óli Mortensen megnaði í kvøld at vinna gull á Reykjavík International 2013, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 4:06.44”