Bólkur G
Japan var fyri fyrstu ferð við til HM fyri fýra árum síðani. Tá tapti liðið allar tríggjar dystirnar, men royndirnar frá teirri ferðini hava teir so í skjáttuni nú.
Og japanskur fótbóltur hevur ment seg við rúkandi ferð seinnu árini. Tað eru ikki meira enn eini tjúgu ár síðani, at eitt veruligt menningararbeiði innan fótbóltin varð sett ígongd, men japanum so líkt, so hevur gingið skjótt. Hópur av ungum, evnaríkum leikarum verða nú fostraðir, og spakuliga eru hesir eisini farnir at síggjast í europeiskum feløgum.
Stóra stjørnan er uttan iva Hidetoshi Nakata, men sjálvt ikki hann skal kenna seg vísan í einum plássi á liðnum. Seinastu dystirnar hevur liðið nevnliga spælt bæði kvikan og ágangandi álopsfótbólt, og ikki minst hevur stuðulin frá heimaáskoðarunum gjørt sítt.
Tað er eisini við áliti á heimavallarfyrimunin, at japanar nú vóna, at land teirra hesa ferð kann koma longur enn til bólkaspælið.
Russiska maskinan
Og tað er kanska ikki heilt óhugsandi, at so verður. Sum vertstjóð verður styrkismetingin til lutakastið aloftast lagalig, og tó at Japan skal royna seg móti trimum hampuliga sterkum tjóðum, so kundi tað væl verið munandi truplari, enn tað nú sær út til at gerast.
Russarar eru kanska favorittar at vinna bólkin, og tað er helst eisini tað, sum teir sjálvir ætla. Liðið vann seg hampuliga trygt úr okkara undankappingarbólki, og fótbólturin, sum teir standa fyri, er altíð hin sami. Kontrollerandi, ferðmikið og effektivt plagar tað at vera, og tó at tað ongan tíð hevur borið heilt á mál í HM-høpi, so hevur liðið ofta verið partur av teimum mest undirhaldandi dystunum í HM-søguni.
Verandi liðið telir eisini nakrar leikarar, fyri hvørs viðkomandi hetta helst verður seinasta stóra avbjóðingin, og tað er heilt víst, at hesir meira enn nakað ynskja at geva heiminum eitt minniligt farvæl á altjóða pallinum.
Avbjóðararnir
Hóast Russland soleiðis er favorittur, so slepst ikki undan, at bæði teir og vertsjóðin fáa harða mótstøðu frá Tunis og Belgia.
Reyðu devlarnir úr Belgia eru fyri sættu ferð á rað partur av endaspælinum, og tað í sjálvum sær er eitt bragd, tá hugsað verður um støddina á landinum. Aloftast standa teir seg eisini væl ,tá teir koma til endaspælið, og í nógvar mátar líkjast teir eitt nú Týsklandi, sum bara hevur hetta við at gerast betri, so hvørt sum kappingin líður.
Liðið í dag telir tó ikki tær heilt stóru stjørnurnar, sum tað gjørdi í 80?unum. Talan er heldur um eitt sera sterkt kollektiv, har tað kanska bert er Mark Wilmots, sum veruliga skarar burturúr, men júst kollektivið hevur eisini áður verið styrkin hjá Belgia.
Tunis fær kanska eina ógvuliga trupla uppgávu í sín lut, men avskrivast eiga norðurafrikanararnir á ongan hátt. Teir vunnu seg hampuliga lætt ígjøgnum undankappinga, og traditionelt hava lið úr norðara partinum av Afrika ofta staðið seg sera væl í HM-høpi.
Her hevur Tunis tó bert verið tvær ferðir. Báðu ferðirnar hevur bólkaspælið verið endastøðin hjá liðnum, men royndin verður so í øllum førum at gera tað betri hesaferð.
Dystirnir:
04.06Japan-Belgia
05.06Russland-Tunis
09.06Japan-Russland
10.06Runis-Belgia
14.06Belgia-Russland
14.06Japan-Tunis