Heimir Hallgrímsson gevst sum landsliðsvenjari hjá Jamaika

Jamaika tapti allar tríggjar dystirnar í Copa America

Heimir Hallgrímsson úr Vestmannaoyggjunum, ið førdi Ísland til HM-endaspælið í Russlandi í 2018, og var hjálparvenjari tá Ísland vann seg til EM-endaspælið í Fraklandi í 2016 hevur sagt sum landsliðsvenjari hjá Jamaika.

 

Jamaika hevur tapt allar tríggjar innleiðandi dystirnar í bólki B. 

 

Jamaika tapti fyrst 0-1 fyri Meksiko, síðani 1-3 fyri Ekvador, og í nátt tapti Jamaika 0-3 fyri Venesuela.

 

Tí hevur Heimir Hallgrímsson tikið avleiðingarnar, og hevur sagt upp.

 

Hini bæði árini gekk annars væl hjá Heimi Hallgrímssyni. Í fjør førdi hann Jamaika til hálvfinalurnar í Gold Cup - norður og millumamerikanska endaspælið - og seinni sama árið førdi hann Jamaika til fjórðingsfinalurnar í Nations League, har Jamaika tapti tepurt fyri Kanada. 

 

Hesaferð gekk tó ikki eftir vild hjá Heimi Hallgrímssyni.