Heimskend drápskvinna deyð

Susan Atkins gjørdist heimskend tá hon saman við trimum øðrum drap sjónleikarinnuna, Sharon Tate, sum var gift við leikstjóranum, Roman Polanski. Hon var limur í kultsektini The Manson Family, sum var leidd av Charles Manson. Susan Atkins tók seg í 1969 inn í húsinum hjá Polanski og Tate saman við trimum øðrum, og heilar 16 ferðir varð Sharon Tate stungin, áðrenn hon bleiv hongd.

Sharon Tate var við barn í 8. mánað, tá hon var myrd, og somu lagnu fingu tey fýra vinfólkini, sum vóru til staðar. Polanski var tó burturstaddur, tá morðini vórðu framd.

Øll fýra, Susan Atkins, Patricia Krenwinkel, Charles »Tex« Watson og Leslie Van Houten, vórðu dømd til deyða saman við leiðaranum ? sum kortini ikki tók lut í drápunum ? Charles Manson.

Tað var annars Atkins, sum var grundarlagið undir ákærunum, tá hon reypaði um drápini fyri kliva-makkara sínum í Sybil Brand Institute, har hon sat inni fyri onnur brotsverk.

Tað varð lovað henni at sleppa undan deyðarevsing, um hon vitnaði í málinum, men hetta lyfti varð kortini brotið. Deyðarevsingin fall tó burtur, tá Kalifornina avtók hendan revsingarmøguleikan í 1972.

Susan hevur óteljandi ferðir søkt um náði, men er hvørja ferð avvíst. Seinast var 2. september í ár, tá hon í koyristóli møtti upp í rættinum, men heldur ikki tað bøtti um umbøn hennara.

Susan Atkins fekk staðfest krabbamein í heilanum í fjør, og tað nýtti hon í umsókn síni at verða latin leys sum, fyri at fáa samkenslu.

Hon doyði tó av náttúrligum orsøkum, 61 ára gomul, sigur ein talsmaður fyri fongslið í Los Angeles, skrivar Los Angeles Times.