Heimurin á skeivari kós at røkka verðurlagsmáli

Sambært Unep kunnu heimsins ætlanir higartil geva hita upp á 2,5-2,9 stig oman fyri tað, sum tað var áðrenn ídnaðartíðina longu í hesari øldini

 

Her sæst partvís bráðnaður jøkul í Grønlandi. (Arkivfoto). - Foto: Olivier Morin/Ritzau Scanpix

Tað gongur enn tann skeiva vegin við at røkka veðurlagsmálinum, sum heimsins lond so fegin vóru samd um við Parísavtaluni í 2015.

Málið er at avmarka hitaøkingina til væl undir 2 og helst ikki yvir 1,5 stig meira enn tað sum tað var fyri ídnaðartíðina, tá vit vóru at brenna kol og olju.

Men sambært eini nýggja frágreiðing frá Umhvørvisdeildini hjá ST, Unep, hava vit kós ímóti, at hitin í hesari øldini fer at vera 2,5 til 2,9 stig oman fyri støðið fyri ídnaðartíðina.

– Tað eru ikki framdar stórar ábøtur. Vit hava ógvuliga lítla tíð at geva av, um vit vilja halda okkum innan fyri hitamálini í Parísavtaluni, sigur Anne Olhoff frá grøna hugsannargrunninum Concito, sum er vísindaligur blaðstjóri í kanningini.

Alheims yvirflatuhitin er sambært Klimapanelinum hjá ST nú 1,1 stig hægri enn í 1850-1900, og økingin sær út til at halda fram.

Um øll lond halda síni veðurlagslyfti, kann økingin í hitanum sambært Unep enda á 2,9 stig í hesari øldini. 2,5 stig krevja, at eisini lyftir við treytum verða hildin.

Tað krevur tó, at tað er verður handlað. Um núverandi politikkurin heldur fram, hava vit kós ímóti 3 stigum. Teir tríggir møguleikarnir eru allir við 66 prosent vissu.

Frágreiðingini kemur eina ferð um árið, og í fjør vóru vit á veg í móti eini hitaøking upp á 2,4-2,8 stig – altso minni enn nú.

Sambært Anne Olhoff er tað tí, at framskrivingarnar í ár byggja á fleiri modell.

Tølini eru miðaltøl fyri allan heimin, og nakra staðni fer hitin at hækka enn meira – eins og tað longu er hent.

– Tosa vit um eina hitaøking upp á 2,5-3 prosent, so kann tað verða uppt il seks stig ella meira summ staðni í heiminum – til dømis í stórum pørtum av Afrika, sigur Anne Olhoff.

Hon vísir á, at økingarnar púrasta kunnu broytia liviumsøtðurnar.

Frágreiðingin kemur stutt undan árliga klimatoppfundinum hjá ST, sum í ár verður hildin í Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum.

Tað er av fleiri kallað tað týdningarmesta, síðani Parísavtalan var gjørd.

Frágreiðingini leggur dent á álvaran og skapar eina »óhugnaliga bakgrund« fyri veðurlagsfundin, sigur Dan Jørgensen, ráðharri fyri menningarsamstarv í Danmark.

– Botnlinjan er tann greia niðurstøðan, at tað skal nógv meira ferð á, og tað vil siga, at tað er eitt stórt trýst á størstu útveitarar av vakstrarhúsgassum.

Frágreiðingin kann í samráðingunum brúkast sum grundgeving fyri, at tey mest dáklandi londini skulu binda seg til at gera meira.

Her skulu fleiri ítøkilig tiltøk setast í verk í ár, sum kunnu vera við til at bróta gongdina ímóti stórum hitaøkingum.

– Tað er ein møguleiki fyri fyrstu ferð at fáa alheims mál fyri varandi orku og orkueffektivitet. Tað hevur ikki áður verið møguligt at fingið ígjøgnum, men tað er tað nú, og tað er nakað, vit frá danskari síðu hava stríðst hart fyri, sigur Dan Jørgensen.

/ritzau/

 

Her sæst partvís bráðnaður jøkul í Grønlandi. (Arkivfoto). - Foto: Olivier Morin/Ritzau Scanpix